Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 25
173
Støddfrøðilig deild
Hástig
Endamálið
23. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna evnini at skilja og tosa enska málið væl og rámandi og framhaldandi
venjast í at málbera seg skrivliga,
b) at næmingamir framhaldandi menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum
mál og mentan,
c) at næmingamir framhaldandi menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d) at næmingamir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og ame-
rikanskari mentan, søgu og samfelagslívi
e) at næmingamir dýpa teirra fatan av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim,
sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli, og
f) at næmingamir verða førir fyri at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í sam-
bandi við arbeiðið við tekstum og evnum.
Undirvísingin
24.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og til-
ognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.
24.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum em gmndleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spumingum
í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. f sambandi við lestur av teimum
einstøku tekstum skulu næmingamir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig viður-
skifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.
24.3 Teir lisnu tekstimir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum.
Næmingamir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi lesihættir. I sambandi við tekstlesturin skulu næm-
ingamir fáa undirvfsing í sjálvstøðugari handbókanýtslu og bókmentaleiting. Edv er partur av undirvísingini í
hóskandi mun.
24.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi
og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
24.5 Arbeitt verður miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska
mállæm, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
25.1 Lesipensum fevnir um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir
(skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) hemppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum.
Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu ikki vera partur av hesum.
25.2 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni, vanliga 3-6 tekstir.
Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein
týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spumingur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk.
Ein sjónleikur eftir Shakespeare kann verða lisin í staðin fyri serliga lisna evnið.
25.3 Lisið verður eitt tal av tekstum, sum út frá einum samfelagsligum ella mentanarligum sjónarhomi lýsa ein
ella fleiri týðandi náttúmvísindaligar ella tøknifrøðiligar spumingar. Bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir
kunnu lesast.
25.4 Tekstir, sum verða bomir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av lesipensum,
tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av
lesipensum.
25.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar
uppgávur á 3-5 síður og 15 uppgávur á 1-2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa
teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
25.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur,
lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.