Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 24
172
Innihaldið í undirvísingini
20.1 Lesipensum fevnir um umleið 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, heruppií
tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir
lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.
20.2 Lisið verður eitt íjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu
vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi,
t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og
tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.
20.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt 3-6 tekstir í vavi van-
liga. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur
spumingur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. f minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søgu-
ligum sjónarhomi.
20.4 Tekstir, sum verða bomir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum.
Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta til-
far kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.
20.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar
uppgávur á 2-4 síður og 15 uppgávur á 1-2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa
teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
20.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur,
lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Próvtøkan
21.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til
tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5
próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
21.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum
á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu
evnini og tekstir frá fyri 1900, umframt tekstir frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini. Eing-
in einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av
próvtøkupensum.
21.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum, sum
svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum.
21.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar
upp í lesipensum. í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum
eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir
hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini.
21.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti uppá umleið 1/2 normalsíðu. Brotið verður lisið
upp, og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt,
til støddar umleið 1/2 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi
gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta
hann til føroyskt.
22. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.