Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 24

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 24
172 Innihaldið í undirvísingini 20.1 Lesipensum fevnir um umleið 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, heruppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki. 20.2 Lisið verður eitt íjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum. 20.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt 3-6 tekstir í vavi van- liga. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spumingur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. f minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søgu- ligum sjónarhomi. 20.4 Tekstir, sum verða bomir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta til- far kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum. 20.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar uppgávur á 2-4 síður og 15 uppgávur á 1-2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris. 20.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin. Próvtøkan 21.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. 21.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstir frá fyri 1900, umframt tekstir frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini. Eing- in einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum. 21.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum, sum svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum. 21.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini. 21.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti uppá umleið 1/2 normalsíðu. Brotið verður lisið upp, og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í. Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum. Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 1/2 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt. 22. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216
Side 217
Side 218
Side 219
Side 220
Side 221
Side 222
Side 223
Side 224

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.