Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 214
362
ing fyrst. So skjótt próvtalið er givið, smbr. kap. 11,
skrivar próvdómarin próvtalið á ein próvtalslista,
sum Skúlafyrisitingin ger. Próvdómarin tilskilar á
listanum, um ein próvtakari ikki er møttur.
Stk. 2. Bert próvhoyrarin og próvdómarin mugu vera
hjástaddir, tá próvdømingin fer fram.
Stk. 3. Beint aftan á próvdømingina sigur próvhoyrar-
in próvtakaranum frá próvtalinum, meðan próvdóm-
arin lýðir á. Eftir hetta er próvtalið endaligt og kann
bert verða broytt av Skúlafyrisitingini, smbr. kap. 14.
Stk. 4. Hvønn dag, tá ið próvhoyringin er liðug, skriva
próvhoyrarin og próvdómarin próvtalslistan undir og
lata hann inn til skúlan/skeiðið.
Kapittul 7
Høvuðsuppgávan
§ 37. Rektarin/skeiðleiðarin sendir sum skjótast og í
seinasta lagi 18. februar próvdómarunum uppgávu-
svørini í høvuðsuppgávuni, saman við nøvnunum á
næmingunum v.m., umframt próvtalslistan. Sam-
stundis verður avrit av uppgávunum latið lærarunum.
Stk. 2.1 seinasta lagi 6 vikur eftir at høvuðsuppgávan
er latin inn, skal dømingin av høvuðsuppgávuni
verða liðug, smbr. § 51.
Stk. 3. Reglumar í § 22 eru somuleiðis at nýta viðvíkj-
andi høvuðsuppgávuni, herundir um tað verður stað-
fest, at próvtakarin ikki sjálvur hevur skrivað høvuðs-
uppgávuna, ella at meginparturin av høvuðsuppgáv-
uni er avskrift av ikki uppgivnum keldum, herundir
av fyrr dømdum skrivligum avrikum hjá próvtakar-
anum.
Stk. 4. Rektarin/skeiðleiðarin kann góðtaka eina ov
seint innlatna høvuðsuppgávu, um seinkingin hevur
eina nmiliga grundgeving. Rektarin/skeiðleiðarin
skal sum skjótast skrivliga geva Skúlafyrisitingini
frágreiðing um tílíkar avgerðir.
Kapittul 8
Lummaroknarar, skrivimaskinur o.a.
§ 38. Hvør próvtakari kann hava ein lummaroknara
við sær. Próvtakaramir mugu ikki læna lummarokn-
arar millum sín, meðan próvtøkan fer fram.
Stk. 2. Um ein lummaroknari ikki virkar, meðan próv-
tøkan fer fram, skal skúlin/skeiðið bjóða próvtakar-
anum at læna annan lummaroknara.
§ 39. Fyri lummaroknarar em hesar ásetingar gald-
andi:
1) lummaroknarin skal vera rikin av battaríum ella
sóltøkil,
2) innlesing av data og møguligum forriti má bert
kunna gerast um tastaturið á lummaroknaranum,
3) lummaroknarin má ikki kunna nýta innstungu-
eindir,
4) lummaroknarin má ikki kunna forritast í Basic
ella í einum øðmm hægri forritanarmáli,
5) lummaroknarin má ikki kunna gera abstraktar
súmbolhandfaringar,
6) lummaroknarin má ikki hava eina skipan, sum
gør tað møguligt hjá próvtakamnum at skifta um
upplýsingar, meðan próvtøkan fer fram, og
7) lummaroknarin skal hava eina einfalda skipan at
burturbeina innihaldið av minninum við.
Stk. 2. Útlesing av data, hemndir tekning av rásum,
má bert fara fram á skýggjanum á lummaroknaran-
um.
Stk. 3. Við próvtøkubyrjan skal minnið í lummarokn-
aranum vera tómt. Rektarin/skeiðleiðarin tekur stig
til, at próvtakaramir, beint áðrenn próvtøkan byijar,
verða kunnaðir um hetta. Um próvtakari við próv-
tøkubyijan hevur lummaroknara, hvørs minni ikki er
tømt, er hetta at fata sum nýtsla av ikki loyvdum
hjálparamboðum, smbr. § 22.
Stk. 4. Leiðbeiningar til lummaroknarar, burtursæð
ffá teimum, sum framleiðari ella innflytari hava lím-
að ella prentað á, eru ikki loyvdar at hava við.
§ 40. Skrivligar uppgávur í alisfrøði, evnafrøði, lív-
frøði, samfelagsfrøði og støddfrøði verða gjørdar út
frá tí fyritreyt, at próvtakaramir nýta lummaroknarar,
sum hava
1) eksponentiella notatión
2) klombur í í minsta lagi 2 stigum, samsvarandi
mllustakk ella tílíkt,
3) knøttir fyri funkumar:
a) Vx, 1/x, yx, og teirra øvugtu funkur,
b) cos, sin, tan og teirra øvugtu funkur, argu-
ment í gradum og radian umframt ein knøtt
fyri talið it, og
c) ln x og log x og teirra øvugtu funkur, og
4) í minsta lagi eina adresserbera skrá og møguleika
at beina fyri seinasta innlisna talinum.
§ 41. Rektarin/skeiðleiðarin kann loyva einum próv-
takara at nýta skrivimaskinu til skrivligu próvtøkur-
nar. Próvtakarar, ið nýta skrivimaskinu, verða savn-
aðir í eitt serligt høli. Bert skrivimaskinur við ongum
minni, burtursæð frá rættifunktión, mugu nýtast til
skrivligu próvtøkumar, smbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Skúlafyrisitingin ásetur nærri reglur um góð-
kenning og nýtslu av teldu til skrivliga próvtøku.
§ 42. Rektarin/skeiðleiðarin ásetir eina mannagongd
fyri góðkenning av teimum lummaroknarunum og
skrivimaskinunum, sum verða nýttar.
Kapittul 9
Serligar reglur fyri næmingar við breki ella við
fremmandamálsligum bakstøði
§ 43. Undantaksloyvi frá reglunum í hesari kunngerð
verður givið næmingum við breki ella við fremm-
andamálsligum bakstøði í teimum føram, har broytt-
ar próvtøkutreytir verða mettar at vera neyðugar fyri
at javnstilla tann brekaða ella tann fremmandamáls-
liga næmingin við aðrar í próvtøkustøðuni. Tað er ein
fyritreyt, at undantaksloyvið ikki við próvtøkuna ber
í sær lækking av fakliga støðinum.