Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 122
270
17.3 Skeiðið fevnir um starvsstovuarbeiði, ið er einar 16-20 pultstímar, og tann sjálvlesandi skrivar 8-9 frá-
greiðingar.
Alisfrøði-evnafrøði
18.1 í alisfrøði-evnafrøði verður starvsstovuskeiðið lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær kunnleika til
grundleggjandi arbeiðshættir og arbeiðsteknikkir í alisfrøði og evnafrøði, tá ið tað snýr seg um royndir, soleiðis
at tann sjálvlesandi fær kunnleika til vandamøguleikar og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiði.
18.2 Skeiðið fevnir um 12 royndir, ið skulu viðgera týðandi tættir innan høvuðsøkini: uppbyggjan av evnum
umframt evnis- og orkuumskapan. f sambandi við hvørja roynd skrivar tann sjálvlesandi sjálvur eina frágreið-
ing.
18.3 Javnt býti skal vera millum evni úr alisfrøði og úr evnafrøði.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 36
Juli 1996
Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa stuðul til at taka útbúgvingina innan ásettu tíðarkarmamar og samstundis fáa sum mest
burturúr útbúgvingini,
b) at næmingamir verða førir fyri at skilja og arbeiða við egnum fyritreytum og møguleikum, so teir gerast
førir fyri at velja lærugreinir á skynsaman hátt. Hetta skal fara fram við atliti at evnum og áhugamáli hjá tí
einstaka eins og við atliti at avleiðingunum seinni fyri valinum av útbúgving og yrki,
c) at næmingamir út frá kunnleika til, hvussu útbúgvingarkervið er skipað, til aðaltættir og viðurskifti annars á
arbeiðsmarknaðinum umframt til valmøguleikamar innan útbúgvingar og vinnu, verða førir fyri eftir lokna
útbúgving at taka avgerðir og at fylgja tiknum avgerðum.
Vegleiðingin
2.1 Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing verður givin einstaka næminginum ella bólkum.
2.2 Felagsvegleiðingin fer ffam sambært árs-/hálvársætlan og fevnir um einar 20 tímar til samans undir
útbúgvingini. Tímamir verða nýttir sambært ásetingunum í 3.
23 Vegleiðing av tí einstaka næminginum fer fram í føstu vitjanartíðini hjá vegleiðaranum ella sambært avtalu.
Vegleiðing av einstaka næminginum kann fara fram eftir áheitan frá næminginum ella frá lestrarvegleiðaranum,
møguliga eftir áheitan frá læramm hjá næminginum, rektara ella øðmm.
Innihaldið í vegleiðingini
3. Felagsvegleiðingin fevnir um:
1) vegleiðing um skiftið til studentaskúla/skeið, hemndir lestrarhættir og arbeiðsvanar
2) kunning um val av vallærugreinum,
3) kunning um, hvussu útbúgvingarkervið er skipað, um nýggjar útbúgvingarmøguleikar, upptøkukrøv og
møguleikar fyri at taka ískoyti í ymsum lærugreinum,
4) kunning um teir partar av arbeiðsmarknaðinum, sum hava týdning fyri val næminganna av útbúgving og
yrki, hemndir yrkisviðurskifti, javnrættindastrev, arbeiðsleitan, løn og framtíðarmøguleikar,
5) kunning um fíggjarlig og sosial viðurskifti í sambandi við útbúgving, og
6) vegleiðing um gerð av útbúgvingar- og yrkisætlan hjá tí einstaka næminginum.
4.1 Vegleiðingin av einstaka næminginum fevnir um:
1) kunning um vællæmgreinir og stig,
2) vegleiðing viðvíkjandi lestrarligum, fíggjarligum, sosialum og persónligum viðurskiftum í sambandi við út-
búgvinging,