Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 136
284
Próvtøkan
7. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
8.1 Munnliga próvtøkan fevnir um eina próvhoyring í einum ólisnum og einum lisnum teksti. Fyrireikingartíðin
er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýgging íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman.
8.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 100 normalsíður, um-
framt 2 verk. Norskir og svenskir tekstir skulu vera umboðaðir. Eingin stuttur tekstur telur meira enn 4 normal-
síður. Próvtakaramir verða hoyrdir í einum ólisnum og einum lisnum teksti. Próvhoyrarin velur ólisna tekstin,
ið kann vera upp til 8 normalsíður til longdar. Rithøvundur og útgávuár skulu vera tilskilað og um neyðugt orða-
frágreiðingar. Er talan um brot úr longri teksti, skal stuttur samandráttur vera. Próvtøkupensum skal vera javnt
umboðað í próvtøkuspumingunum.
8.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum. Harafturat fevnir próvtøkan um eina stutta samtalu um eitt av ískoytisverkunum, ið próvdómarin
hevur valt út. Próvhoyringin í hesum verki vigar við umleið 1/4 í samlaða avrikinum.
8.4 Próvtakarin fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn til fyrireikingar. Próvtakarin fær próvtøkuspumingin
skrivliga, umffamt reint vælprentað eintak av lisnum og ólisnum teksti. í fyrireikingarhølinum er næminginum
loyvt at hava við sær egnar uppskriftir, allar bøkur og alt tilfar, sum hevur verið brúkt í undirvísingini. f fyrireik-
ingarhølinum skulu hesar orðabøkur vera til taks: Føroysk-donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk
Ordbog og Fremmedordbogen, umframt hóskandi uppslagsbøkur. Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul und-
ir framløguni brúkast uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplestur telur ikki posi-
tivt í dømingini.
8.5 Próvhoyringin tekur støði í einari framløgu hjá próvtakaranum og fer fram sum ein samtala á donskum mill-
um próvtakara og lærara. í próvhoyringini skal próvtakarin vísa evni síni at greina og tulka tekstin og draga frarn
aðaltættimar í tekstinum, hammframt skal próvtakarin eisini duga at seta tekstin inn í eitt mentanarligt, samfel-
agsligt ella tíðarbundið høpi.
8.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
9.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtakarin kann velja millum fleiri uppgávur, gmndaðar á ymiskt tilfar.
9.2 f próvtøkuhølinum skulu hesar orðabøkur í nýggjastu útgávu vera til taks í nóg nógvum eintøkum: Føroysk-
donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk Ordbog, umframt Fremmedordbogen og Retskrivnings-
ordbogen.
9.3 Próvtøkan skal vísa evnini hjá próvtakaranum at orða seg greidliga á donskum máli um samansett fyri-
brigdi. Harafturat skal dentur leggjast á evni próvtakarans at leggja tilfarið til rættis, at próvføra og bera fram
vitan, royndir og upplivingar.
9.4 Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.