Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 36
184
givið upp, fyri ein part nakrar frágreiðingar um næmingaroyndir, fyri ein part nakrar royndardagbøkur um stórar
sýnisroyndir, næmingaroyndir, sum eru eftirviðgjørdar í undirvísingini, virkisvitjanir ella tílíkt. Próvtøkupens-
um skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði
høvuðsøki og valfría tilfarið.
22.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er alt tað lisna
tilfarið, í vavi einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða allar royndar-
frágreiðingar um næmingaroyndir og royndardagbøkur um annað royndararbeiði givnar upp.
22.4 f fyrireikingaitíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, royndarfrá-
greiðingar, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nýtt í undirvísingini ella sum er evnað til í sam-
bandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma tí uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.
22.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingar-
tíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvíkjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í
fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.
22.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spumingi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal
evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum hoyra til spumingin, vera
til taks. Har tað tykist hóskandi, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr royndarfrágreiðingum og royndardag-
bókum próvtakarans ella úr øðmm hjálparmiðlum verða tikin við í próvhoyringina.
23. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 7
' Juli 1996
Evning
Kravd stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær fortreytir at kunna uppliva og skilja myndlist,
b) at næmingamir við arbeiðinum við visuellum framsagnum fáa innlit í arbeiðshættir til framleiðslu av mynd-
um,
c) at næmingamir við hesum arbeiði læra at skilja myndir sum fráboðanarmiðil og fagurfrøðiliga framsøgn og
d) at næmingamir menna fagurfrøðiligu sansir sínar.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiðið við teimum ymisku myndaformunum geva næmingunum fortreytir
fyri at uppliva og skilj ta skapandi tilgongdina og tær visuellu framsagnimar. Tað verkliga og tað ástøðiliga ar-
beiðið skulu samansjóðast mest gjørligt.
2.2 Undirvísingin kann umrøða allar visuellar framsagnir; arbeitt verður meiri nágreiniliga við einum av trimum
bólkum:
a) Myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
b) Myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
c) Myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance
I tann mun, tað er viðkomandi fyri læmgreinina, skal teldutøkni vera partur av undirvísingini.
3.1
Innihald í undirvísingini
Undirvísingin fevnir um:
1) Arbeiði við staklutum í myndum, t.d.: stødd, proportión, formi, mótsetningum, rúmi, rørslu, ljósi, litum,
tekstilum og stmkturi. Undirvísingin má leggja dent á, at staklutimir umboða eina heild, sum bert kann
skiljast við greining fyri eyga. Gjøgnum verkliga arbeiðið og einklar visuellar venjingar skulu næming-
amir vinna sær vitan um visuella sansing og treytir fyri myndaskapan.
2) Lýsing av sambandinum millum eygleiðingina og mentanarskaptu fortreytimar fyri myndlistarligum
framsagnum. Bæði samtíðarlist og list úr øðmm tíðarskeiðum og úr øðmm mentanum skal vera partur
av frálæmni. Undirvísingin skal eisini viðgera visuellar framsagnir, sum ikki em serstaklig myndlist.