Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 185
333
millum annað sambandið ímiilum halltøl hjá vinkulrøttum linjum og sambandið ímillum halltalið og vink-
ulin við útásina.
Viðv. 3) Differentialrokning:
Kontinuitets- og marknavirðishugtakið verða umrødd. Við dømum verður víst, hvussu differentialkvotien-
turin hjá einfaldari funku verður funnin beinleiðis út frá ásetingini. Roknireglumar fevna um samløgu, mun,
fald, býti og samansettar funkur. Viðgjørt verður, hvussu forteknið hjá f' ger av, hvar funkan er fallandi/-
vaksandi, hvar hon hevur størstavirði og minstavirði, og hvussu rásin er skapt. Tillagandi polynomið á 1.
stigi og viðberalíkningin verða viðgjørd, og umrøddur verður Newton-Raphsons máti. Hugtakið integral
verður umrøtt.
10.3 í sambandi við viðgerðina av høvuðsevnunum verður arbeitt við roknitøkniligum hjálparamboðum (rokn-
ara, formlasavni, talvum, einkult- og dupultlogaritmiskum pappíri).
10.4 Lisnar verða einar 150-270 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.
Próvtøkan
11. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
12. Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
12.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 2/3 av lesipensum.
Treytað av valda tilfarinum verða givnar upp einar 100-180 síður, valdar soleiðis, at býtið á tey 3 høvuðsevnini
er nøkulunda javnt.
12.3 Fyri sjalvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama
sum lesipensum.
12.4 í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: læribøkur og annað tilfar við tilknýti til lesipensum,
herundir egnar uppskriftir umframt roknitøkniligir hjálparmiðlar.
12.5 Hvør próvtakari fær ein spuming. Spumingurin skal vera orðaður soleiðis, at próvtakarin bæði fær høvi at
vísa evni til gjølla at viðgera eitt serstakt evni, og vísa, at hann hevur yvirlit yvir eitt fakligt øki, og skal próv-
hoyringin (fyri skeiðslesandi) spegla dagligu undirvísingina.
12.6 Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.
13.1 Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur em valuppgávur. f
raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur skulu latast inn til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar
inn, verður í dømingini sæð burtur frá teimum, sum standa síðst. Uppgávumar verða settar innan høvuðsevnini.
Skúlafyrisitingin sendir út leiðbeinandi dømi um próvtøkuuppgávur.
13.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a) Støddfrøðiligt formlasavn, HF-vallæmgrein, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent. Verður útflýggjað á
skúlanum, tá ið próvtøkan bytjar.
b) Góðkendur roknari, sum próvtakarin hevur við.
c) Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini, og dupultlogaritmiskt pappír við
2 tíggjundum á útásini og 3 á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum eftir áheitan.
13.3 Tá ið uppgávumar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í
svarinum og á, at rætt er roknað, og at skilagóðir mátar em nýttir. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heild-
armeting.
14. Givið verður 1 próvtal, ið verður roknað sum miðaltal av próvtølunum frá skrivligu og munnligu próvtøk-
uni.