Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 86
234
7.7 Næmingamir fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum, herundir sponsk-sponsk
orðabók og aðrar handbøkur.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Lisnar verða í minsta lagi 150 normalsíður. Lesipensum verður sett saman av ótillagaðum tekstum úr Spa-
nia og Latínamerika. Tekstir, sum eru umsettir til spanskt ffá staðbundnum málum í spanskttalandi økjum,
kunnu vera partur av lesipensum.
8.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lesihættir. Undir-
vísingin skal byggja á ótillagaðar tekstir, við uppískoyti av t.d. filmum, ljóðbondum og myndum.
8.3 Lesipensum kann verða minkað, um arbeitt verður við AV-tilfari, herundir edv-tilfar, soleiðis at ein pults-
tími við AV-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 20 normalsíður.
8.4 Skrivliga arbeiðið fer lutvíst fram heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 8 fríar
uppgávur á 2-3 síður og 15 uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur,
fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
Høvuðsuppgávan
9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmamar hjá lærugreinini.
9.2 Høvuðsbókmentimar, sum fevna um uml. 50 síður, verða lisnar á sponskum. Á tittulblaðnum verður víst á
høvuðsbókmentimar. Sitat verða tikin haðani og verða skrivað á sponskum. í arbeiðinum við økinum, sum upp-
gávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðmm málum. Verður sum ein lítil partur
mynda- og bandatilfar brúkt sum partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til taks við dømingina av svar-
inum. Høvuðsbókmentimar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá valbólkinum.
93 Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur spanskt enn føroyskt, kann upp-
gávan kortini skrivast á sponskum. Verður hon skrivað á sponskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á
sponskum. At uppgávan er skrivað á sponskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í døming-
ini.
Próvtøkan
10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
11.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er
umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman,
íroknað próvdøming.
11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 70 normalsíður, sum fevna um í minsta
lagi 4 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella eitt teksta-
úrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
11.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 140 normalsíður, sum fevna
um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Tekstir lisnir á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur
ella eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja myndatilfar.
11.4 í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur,
sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Herafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við
orðalistum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður givið upp eitt úrtak av einum størri, lisnum teksti ella úr
einum størri, lisnum tema, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann
hava egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna, kann próvtakarin undir próvhoyringini
hava tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki posi-
tivt við í dømingini.
11.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt og 0,5 nor-
malsíðu úr lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/-
donskum. í umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar
orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna