Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 192
HF-kunngerðin
340
Fylgiskjal 27
Juli 1996
Týskt byrjanarmál
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa grundleggjandi førleika í at skilja og brúka nútíðartýskt,
b) at næmingamir ogna sær grundleggjandi orðatilfar og læra at nýta tær týdningarmestu máliskumar,
c) at næmingamir í hesum sambandi fáa grundleggjandi vitan um tey týskttalandi londini, serliga Týskland.
Undirvísingin
2.1 Næmingamir skulu gjøgnum eina miðvíst skipaða innlæring venjast at skilja talað og skrivað týskt, sum ikki
inniheldur stórvegis tmpulleikar, og at málbera seg skilliga og natúrliga á einføldum týskum í samtalu og í
ávísan mun skrivliga.
2.2 Undirvísingin skal so skjótt sum gjørligt byggja á ótillagaðar, týskar tekstir. í undirvísingini skal annað av-
tilfar verða tikið til hjálpar, eitt nú ljóðbond, filmar, myndbond, edv.
2.3 Næmingamir skulu læra at brúka orðabøkur við skili.
Innihaldið í undirvt'singini
3.1 Lisnar verða í minsta lagi 180 normalsíður og í mesta lagi 225 normalsíður, alt eftir torleikastigi í tekstun-
um.
3.2 Lesipensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg og fevna um ymisk yrkisbókmentasløg.
33 Lesipensum skal fevna um tilfar, sum er hóskandi til grundleggjandi innførslu í nútíðar geografisk og ment-
anarlig viðurskifti í Týsklandi.
3.4 Serligur dentur eigur at verða lagdur á at byggja upp tað orðatilfarið, sum er mest umráðandi fyri evni og
førleika næminganna at samskifta á týskum.
3.5 Undirvísingin í mállæru skal serliga viðgera teir spumingar, sum em neyðugir fyri samtaluførleikan og lesi-
førleikan.
3.6 Skrivliga arbeiðið skal fyrst og fremst stuðla tí munnliga málførleikanum og skal serliga fevna um stuttar
uppgávur til tess at festa tær grundleggjandi máliskumar. 5 ftíar uppgávur á 1-2 síður og 7 uppgávur á 0,5-1 síðu
skulu latast inn. Umframt hetta skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða
latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
3.7 Teld er partur av undirvísingini.
3.8 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, eisini t.d. edv, kann umroknast til
2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 20 normalsíður tilsamans.
Høvuðsuppgávan
4.1 Høvuðsuppgávan skal byggja á uppmnatýskar høvuðsbókmentir, og sitat skulu skrivast á týskum. Stuðuls-
bókmentir noyðast ikki at vera á týskum. Tekstatilfarið, ið verður nýtt, kann vera prentaðir tekstir, ljóðbond,
sjónbond o. a.
4.2 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum. Um næmingurin dugir betur týskt enn føroyskt, kann svarið tó
skrivast á týskum. Verður svarið skrivað á týskum, skal eisini øki og uppgávutittul orðast á týskum. At skrivað
verður á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.