Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 20
168
3.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer lutvíst fram gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lut-
víst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Próvtøkan
4. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
5.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin
er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan froknað. 2,5 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum
á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu
evnini og tekstimar frá fyri 1900, umframt tekstimar frá teimum seinastu 10 ámnum og tey longru, heilu verk-
ini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera part-
ur av próvtøkupensum.
5.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum, sum
svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum.
5.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum em givnar
upp í lesipensum. í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum
em útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum em tilskilaðir í lesipensum. Aðrir
hjálparmiðlar em ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini.
5.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 0,5 normalsíðu. Brotið verður lisið upp
og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin bytjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá uml. 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, á
umleið 0,5 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi gjøgnumlest-
ur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til før-
oyskt.
6. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
7.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 4 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar verða nakrar upp-
gávur, sum sýna í hvønn mun, próvtakarin megnar at brúka enska málið, skilir givna tekstin og megnar at mál-
bera seg flótandi á skrivligum enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
7.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur, sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkumar hjá dansk
Gyldendal (Ensk-føroysk, Donsk-ensk, Ensk-donsk), Føroysk-donsk og Donsk-føroysk umframt ensk-ensk
orðabók í vavi sum Advanced Leamer’s Dictionary (OUP) ella Longman’s Dictionary of Contemporary Eng-
lish. Aðrir hjálparmiðlar em ikki loyvdir.
8.1 í próvdømingini verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka enska málið.
Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað,
sum mett verður um, er, í hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttamppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakar-
in við egnum orðum og trúgvur móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættimar í tekstinum í stuttari,
samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur, verður hammframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakar-
in í longri, væluppbygdari framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøv-
undahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður hammframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próv-
takarin megnar at greiða og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri, samanhang-
andi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingamppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin
megnar at endurgeva uppmnatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum
ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.