Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 65
213
12.2 Tekstimir verða lisnir við atliti at bæði málsligari, bókmentaligari og søguligari fatan.
12.3 Næmingamir gera í 2. studentaskúlaflokki skrivligt arbeiði, sum fevnir um:
a) umseting til føroyskt
b) morfologiska og syntaktiska greining
c) samanbering av uppmnateksti og parallellumseting
d) tekstviðmerkingar og evnisviðgerð
12.4 í byrjanini í 3. studentaskúlaflokki velur bólkurin, hvat av teimum báðum próvtøkuuppgávusløgunum val-
bólkurin vil venja við atliti at skrivligari studentspróvtøku.
12.5 Ein partur av teimum skrivligu venjingunum verður gjørdur í sambandi við tekstimar, sum valbólkurin
arbeiðir við í munnligu undirvísingini. f 2. studentaskúlaflokki verða latnar inn 8 fríar uppgávur upp á 0,5-1,5
síðu ella 16 umsetingar upp á 0,5-1 síðu. Tvær umsetingar svara til eina fría uppgávu. f 3. studentaskúlaflokki
verða latnar inn annaðhvørt 13 fríar uppgávur á 1-1,5 síðu ella 26 umsetingar upp á uml. 1 síðu. Annaðhvørt
bert fríar uppgávur ella umsetingar skulu latast inn.
12.6 Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal hava samband við endamálsorðingina fyri latín. Uppgávutittulin skal
hava ávísing til undirbókmentir, sum gevur næminginum møguleika at gera greiðu fyri einum ávísum greiðslu-
evnisøki, og við sær hava fylgiskjal við einum latínskum upprunateksti upp á uml. 2 normalsíður, soleiðis at
næmingurin við eini greining av fylgiskjalinum kann geva eina meting av greiðsluevnisøkinum.
Próvtøkan
13. Hildin verður ein munnlig og skrivlig próvtøka.
14.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
14.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 60 normalsíður, nøkulunda javnt tiknar
burtur úr lisnum pensum. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
14.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum
lesipensum: uml. 110 normalsíður av upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, skulu 25 ørindi roknast
sum 1 normalsíða.
14.4 Próvtakarin hevur í fyrireikingarrúminum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum hava
verið brúkt í undirvísingini. Próvtakarin hevur ikki loyvi til at taka við egin eintøk av bókum, tekstum og umset-
ingum. Próvtakarin má hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarrúmið. Egnar uppskriftir fevna um tær umset-
ingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyri-
reikingartíðini, kunnu havast við inn til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað umseting av orðum og
einstøkum orðingum, men tó ikki umseting, ið er skrivað undir fyrireikingartíðini, av øllum próvtøkutekstinum
ella pørtum av honum.
14.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum tekstabroti upp
á uml. 1/2 normalsíðu. Próvtøkuspumingamir mugu ikki innihalda vegleiðandi spumingar ella yvirskrift. Próv-
takarin skal sjálvur skipa fyri svamm upp á próvtøkuspumingin. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast. Umset-
ingin skal vera tekstatrúgv og vera á munnrøttum føroyskum og skal vera sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum.
Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin eitt ella tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal royn-
ast í málsligari greining. Tey krøv, sum sett verða til ta málsligu greiningina, em: kompleks syntaks, møguliga
við ymiskum greiningum, smároyndir í morfologi, sambandið millum mállæm og merkingarfrøði (og millum
føroyskt og latín). Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og innihaldi í tekstabrotinum og tí høpi, sum teksta-
brotið stendur í, umffamt bakgmnd og høpi, sum tekstabrotið stendur í í mun til restina av pensum. Fomfrøði-
ligt og annað ískoytistilfar kann vera tikið uppí.
15. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum einstøku pørtunum
av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.
16.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtøkuuppgávan er ein uppgávurøð, sum fevnir um
a) eina umsetingaruppgáva úr latíni til føroyskt,
b) eina viðmerkingamppgávu (kommenteringsuppgávu).