Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 204
352
13. Rektarin kann loyva, at næmingur, sum váttar, at hann er í fullum starvi, kann skriva uppgávuna innan fyri
10 samdøgur.
14. Um so er, at næmingur verður sjúkur í uppgávuvikuni, skal hann beinanvegin boða rektaranum frá. Rektar-
in sendir næminginum oyðiblað til læknaváttan umframt oyðiblað um loyvi at skriva uppgávuna seinni. Rekt-
arin setur nýtt tíðarskeið, møguliga í sambandi við onkra skúlafrítíð, soieiðis at undirvísing næmingsins verður
darvað sum minst. Næmingurin kann skriva uppgávuna innan sama øki, men nýtt heiti skal orðast. Sami próv-
dómari verður nýttur sum í vanligu uppgávuvikuni.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 33
Juli 1996
Starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi
1. Skúlafyrisitingin sær til, at starvsstovuskeið verða skipað í teimum lærugreinum, sum eru nevndar í § 19 stk.
3, sambært reglunum í hesum fylgiskjali.
2.1 Starvsstovuskeiðini verða hildin á studentaskúlunum/HF-skeiðunum, og skeiðini verða samskipað ímillum
skúlamar við atliti at, hvussu nógv sjálvlesandi eru.
2.2 011, sum hava innskrivað seg sum sjálvlesandi, skulu tryggjast skeiðspláss, sí 3.1
2.3 Studentaskúlamir/HF-skeiðini gera innskrivingarbløð til starvsstovuskeiðini við upplýsingum um tíð og
stað.
3.1 Innskriving til starvsstovuskeiðini fer fram á tí skúla, har innskriving til læmgreinina er farin fram. Studenta-
skúlamir/HF-skeiðini avtala síðani, hvar skeiðini verða hildin. Endaliga skráin skal vera liðug fyri 20. febmar.
3.2 Skúlin, har skeiðið fer fram, sendir luttakamnum skeiðstilfar, áðrenn skeiðið bytjar.
4.1 Ein fyritreyt fyri at fýlgja einum starvsstovuskeiði á einum ávísum stigi er, at undirvísingin í viðkomandi
læmgrein á lægri stigi er lokin, ella at tann sjálvlesandi hevur samsvarandi forkunnleikar.
4.2 Starvsstovuskeiðini í somu læmgrein á ymiskum stigum verða løgd soleiðis til rættis, at tey sjálvlesandi so
hvørt kunnu fylgja øllum stigunum innan sama tíðarskeið.
4.3 Av trygdarorsøkum má luttakaratalið f einum bólki ikki fara upp um 17.
5.1 Tann sjálvlesandi skal fylgja skeiðinum fult út. Skipað verður fyri skeiðunum í teimum ávísu læmgreinunu-
m á teimum ávísu stigunum við tilsamans 20 tímum. Kravdar royndardagbøkur og frágreiðingar til hvørt stig
skulu gerast.
5.2 Frágreiðingamar verða rættaðar, fáa viðmerkingar og verða góðkendar av lærara/um skúlans. í skeiðstíðini
verður tíð sett av til leiðbeining í at skriva frágreiðingar, og tær fyrstu frágreiðingamar verða gjøgnumgingnar.
6.1 Tá ið skeiðið er lokið, og allar frágreiðingamar em góðkendar, fær tann sjálvlesandi eitt skeiðsprógv, sum
skal latast skúlanum, tá ið tann sjálvlesandi innskrivar seg til próvtøku.
6.2 Oyðiblað til skeiðsprógv verður gjørt av Skúlafyrisitingini.
7. Pensum, sum er gjøgnumgingið á skeiðinum, verður givið upp til próvtøkuna, og tann sjálvlesandi skal hava
tær góðkendu frágreiðingamar við til próvtøkuna.