Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 104
252
framsagnarmøguleikum sínum sangi bæði sum einstaklingur og í kóri. Arbeitt verður harumframt í bólkum við
samanspæli, har møguligi førleiki næminganna á ljóðførum kann nýtast. Satsimir, ið nyttir verða, kunnu sam-
ansjóða nytsluna av ljóðfømm og sangi. í sambandi við bólkaframførslumar skal skúlin útvega neyðug venjing-
arhøli. Pensum skal vísa breidd bæði viðvíkjandi stfli og tónleikaslagi.
Tónleikakunnleiki
8.31 tónleikakunnleika em eini 20-25 verk ella heilir einkultsatsir evni fyri neyva viðgerð, og nøkur teirra verða
gjølliga tónleikaliga greinað. Arbeitt verður harumframt við viðkomandi tekstum. Samansetingin av pensum
skal vera soleiðis, at á í minsta lagi 3 økjum skal fáast eitt breiðari gmndleggjandi innlit. Pensum skal vísa
breidd bæði søguliga, stflfrøðiliga og viðvíkjandi tónleikaslagi, og skal hemmframt lýsa tey høpi, sum tónleik-
urin er partur av.
Skrivligt tónleikaástøði
8.4 Undirvísingin fevnir um neyva innføring í gmndleggjandi tónleikaástøði: nótar, rútmur og lyklar; intervall
og tónastigar; akkordir og talsetingar; akkordsamanhangir og røddførslu. Arbeitt verður hammframt við einari
av hesum skrivligu táttunum: Koralharmonisering, vísuútsetan ella rútmiskt arrangement.
8.5 Tilsamans verða latin inn 52 uppgávusvar, sum hvør í vavi svara til 75-100% av eini studentspróvtøkuupp-
gávu.
Hoyrilcera
8.6 Við støði í hinum táttunum í læmgreinini verður arbeitt við hoyrilæm, í tann mun hildið verður neyðugt.
Próvtøkan
9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
10.1 Munnliga próvtøkan er tvíbytt: Tónleikakunnleiki og tónleikaíðkan. Til próvtøkuna í tónleikakunnleika er
fýrireikingartíðin umleið 60 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggan íroknað. 2 próvtakarar verða próv-
hoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Til próvtøkuna í tónleikaíðkan skulu umleið 10 minuttir setast til hvønn
próvtakara.
10.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum alt tað lisna tilfarið svar-
andi til 20-25 verk/einkultsatsir, umframt tilhoyrandi tekstir.
10.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum 20 einradd-
aðir sangir, sum vísa breidd viðvíkjandi stfli og tónleikaslagi, alt tað lisna tilfarið svarandi til 20-25 verk/eink-
ultsatsir, umframt tilhoyrandi tekstir, sum í vavi í minsta lagi em 50 normalsíður.
10.4 Til próvtøkuna í tónleikafatan verður próvtakarin próvhoyrdur í einum spumingi í einum ókendum verki,
sum viðvíkjandi formi, tónleikaslagi og stflslagi avspeglar dagligu undirvísingina. Spumingurin kann fevna um
eina samanbering millum tvey ymisk tónleikastykki. Utflýggjast skal próvtakaranum ein bandupptøka, møgu-
lig tekstaskjøl umframt nótatilfar ella annað grafiskt tilfar í sambandi við verkið.
10.5 Fyrireikingarhølið skal verða útgjørt við klaveri og bandupptakara. Egnu uppskriftir próvtakarans frá dag-
liga arbeiðinum og nótatilfar til sjálvvalda sangin kunnu takast við. Til møguliga próvtøku í hoyrilæm kann upp-
gávan í rútmuendurgeving eisini takast við í fyrireikingarhølið.
10.6 Til próvtøkuna í tónleikaíðkan verður próvtakarin próvhoyrdur í:
1) Framførslu av einum sjálvvaldum sangi, sungin við ella uttan fylgispæl.
2) Eftir egnum vali próvtakarans:
c) Luttøka í bólkaframførslu av einum fleirraddaðum tónleikastykki, sum er mannað við solistum, og har 2-8
næmingar úr valbólkinum em við ella
d) Ein uppgáva í sangi úr blaðnum (prima vista) og ein uppgáva í rútmuendurgeving. Báðar uppgávur verða
gjørdar av próvdómaranum.
10.7 Um summir næmingar fara til próvtøku í hoyrilæm í staðin fyri bólkaframførslu, skal próvdómarin í sein-
asta lagi 7 dagar undan próvtøkudegnum senda rútmu- og prima vista uppgávur til próvhoyraran.
10.8 Bólkaframførsla verður hildin samlað fyri allan valbólkin við próvtøkubyrjan ella mitt á degi. f serligum
fømm, t.d. um eitt ávíst ljóðføri krevst, kunnu einstakir próvtakarar luttaka og dømast í tveimum bólkafram-