Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 110
258
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 75 normalsíður
og í mesta lagi 110 normalsíður, sum svarar til umleið ein triðing av lisnum pensum.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum, t.e. umleið 275 síður.
4.4 í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks til próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, hemppií prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu hammframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum upp-
givnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em ioyvdir,
heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállæmr, alfrøði o. tfl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum,
brúktir ljósprentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at
orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í upprunaútgávuni. Til tess
at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireik-
ingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.
4.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á uml. 0,5 síðu, sum próvdómarin
hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin
verður umsettur. Brotið úr uppgivna tekstinum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á
týskum, ið skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.
5.1 í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin
málber seg.
5.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Hástig
Endamálið
6. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna málsliga og skrivliga málførleikan,
b) at næmingamir kunnu málbera seg á flótandi og fjøltáttaðum týskum,
c) at næmingamir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og
d) at næmingamir í hesum sambandi fáa eitt djúpari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig við-
urskifti í týskttalandi londum og soleiðis skilja mentanarlig og søgulig høpi.
Undirvísingin
7.1 Næmingamir skulu við øktum kravi um neyvleika vinna sær fimi at viðgera tekstir av ymiskum slagi og
menna evnini at gera greiðu fyri fatan síni av tekstunum. Teir skulu somuleiðis framvegis venjast í neyvari fatan
av málinum og sjálvir málbera seg munnliga og skrivliga á flótandi, natúrligum og fjøltáttaðum týskum máli.
7.2 Undirvísingin skal byggja á óviðgjørdar týskar tekstir, møguliga styðjað við AV-tilfari, t.d. ljóðbondum,
filmum, sjónbondum, edv.
7.3 f sambandi við tekstalesturin skulu næmingamir hava undirvísing í sjálvstøðugari handbókanýtslu.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 150 normalsíður og í mesta lagi 200 normalsíður.
8.2 Pensum skal fevna um fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir. Fagurbókmentaligu tekstimir
skulu serliga vera frá tíðini eftir 1914, men tekstir frá eldri tíðarskeiðum skulu vera umboðaðir í so stóran mun,
at talan ikki bert er um formliga umboðan.
8.3 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk fagurbókmentalig tekstasløg og ymisk sløg av yrkisbókment-
um (t.d. tilfar úr dagbløðum, tíðarritum, yrkisbókmentum). Pensum skal setast saman soleiðis, at næmingamir
serliga fáast við tekstir, sum gera teir førar fýri at skilja týðandi mentanarviðurskifti í týskttalandi londunum við
søguligum og nútíðarligum atliti. Á í minsta lagi einum øki skal fáast eitt breiðari grundað innlit í eitt ritverk,
eitt evni ella eitt tíðarskeið. Tekstaúrvalið skal miða ímóti at geva næmingunum møguleika at uppliva ein sam-
anhang, t.d. eina (søguliga) gongd ella eitt tema. Økið skal skrivast fyri seg á pensumlistan. Miðað verður ímóti,
at tekstimir verða lýstir í størri høpi.