Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 30
178
2) Termokemi og stabilitetur
Kunnleikin um exotermar og endotermar reaktiónir verður øktur, við tað at molar reaktiónsentalpi verður
viðgjørd á kvantitativum grundarlagi og á royndargrundarlagi. Lóg Hess verður umrødd. Stabilitetshugtak-
ið verður viðgjørt kvalitativt við AG- ella AS-metingum.
3) Evnafrøðilig javnvág
Greiðast skal frá javnvágarlógini soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verður viðgjørt kvantitativt, í
hesum sambandi verða javnvágarbrot roknað. Bæði homogenar og heterogenar javnvágir verða viðgjørdar,
við tað at gjøgnumgongdin fevnir um:
a) sýru-basujavnvágir, protolýsa í veikum sýrum og basum verður tikin við
b) loysiligleikajavnvágir hjá jonsambondum
c) kompleksjavnvágir
d) redoxjavnvágir
Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvalitativt. Týdningurin, javn-
vágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtsiu, verður umrøddur.
4) Reaktiónsferð
Ferðin hjá evnafrøðiligum reaktiónum verður tikin upp. Dømi um fýsiskt og kemiskt árin, ið broytir ferð-
ina á evnafrøðiligari reaktión verður umrøtt. Katalýsuhugtakið verður lýst við dømum um homogena og
heterogena katalýsu.
5) Lívrunna evnafrøði
Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at standi, funktionellum bólki og navnagávu: car-
bonhýdridar, halogeneraðar carbonhýdridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehýdir, ketonir, carbohýdratar,
carboxýlsýrur, estarar, fitievni og aminir. Tríggir evnabólkar verða valdir til viðgerðar við atliti at saman-
hanginum millum molekýlbýgnað og eginleikar hjá lívrunnum sambondum. Reaktiónssløgini substitutión,
additión, eliminatión, kondensatión og polýmerisatión umframt isomerihugtøkini strukturisomeri og ste-
reoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum sambondum í
dagligum lívi og tøknifrøði verður umrøddur. IUPAC-navnagáva skal nýtast í mest møguligan mun.
6) Ólívrunna evnafrøði og evnaringrás
Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í
náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunn-
leika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum, og tøknifrøðini verður tikin við. I sambandi við tey valdu
evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal
nýtast í mest møguligan mun.
7) Umhvørvisevnafrøði
Dømi um lýsing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørv-
islóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði kann
leggjast til rættis sum sjálvstøðugt evni ella takast uppí hini høvuðsøkini.
8) Valfrítt tilfar
Valfría tilfarið fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og fevnir um í minsta lagi eina saman-
hangandi undirvísingargongd.
8.2 Lisnar verða einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.
Próvtøkan
9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman íroknað próvdøming.
9.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-130 síður, alt eftir undir-
vísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verður royndararbeiði, sum hevur samband við próvtøkupensum, giv-
ið upp, fyri ein part nakrar frágreiðingar um næmingaroyndir, fyri ein part nakrar royndardagbøkur um stórar
sýnisroyndir, næmingaroyndir, sum em eftirviðgjørdar í undirvísingini, virkisvitjanir ella tflíkt. Próvtøkupens-
um skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði
høvuðsøki og valfría tilfarið.
9.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er alt tað lisna
tilfarið, í vavi einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða allar royndar-
frágreiðingar um næmingaroyndir og royndardagbøkur um annað royndararbeiði givnar upp.
9.4 I fyrireikingartíðini em hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, frágreiðingar,
royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nytt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undir-
vísingina. Hammframt tól, ið koma tí uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.