Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 60
Studentaskúlakunngerðin
208
Fylgiskjal 16
Julil996
ítróttur
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa fjøltáttaðar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b) at næmingamir menna teirra rørslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni,
c) at næmingamir læra at brúka kroppin hóskandi og skapandi,
d) at næmingamir læra at fóta sær væl ftróttarliga bæði einsamallir og saman við øðmm
e) at næmingamir fáa kunnleika til fortreytimar fyri og týdningin av at vera væl fyri kropsliga,
f) at næmingamir verða eggjaðir til ffamhaldandi kropsligt virkni.
Undirvísingin
2. Tá ið undirvísingargongd verður vald, eiga fjølbroytni og samanhangur at verða havd í huga. Ástøði skal
verða fastur partur av undirvísingini í tann mun, tað hevur týdning fyri at skilja íðkanina. Unđirvísingin kann í
ávísum tíðarskeiðum vera býtt sundur eftir kyni ella vera felags fyri bæði kyn.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um:
1) upphitan, arbeiðsteknikk, gmndvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni venjing av treystleika og rørslu), skap-
andi rørsluhættir, lívvirkisfrøðiligar mátingar,
2) einstaklingaítróttir (t.d. svimjing, fimleik. frælsan ítrótt, fjaðrabólt, kósrenning),
3) liðítróttir (t.d. hondbólt, kurvabólt, flogbólt, stavbólt),
4) ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl, uttanduraftriv, vetrarítróttir, tónleik, rørslu og spøl).
3.2 Næmingamir skulu hava undirvísing í í minsta lagi tveimum einstaklingaítróttargreinum, tveimum liðítrótt-
argreinum og einum ítróttarligum evni. Vavið av hvørjari av hesum greinum skal vera ein samanhangandi undir-
vísingargongd av í minsta lagi 12 pultstímum.
3.3 Næmingamir gera einsamallir ella í bólki eina upphitingar- og grundvenjingarskrá.
Frítøka
4.1 Rektarin kann heilt ella partvís frítaka næming fyri luttøku í verkliga partinum í ítróttamndirvísingini, um
forðingin er beinleiðis sjónlig, ella um forðingin er sjúka, vanlukka ella av tí et næmingurin er við bam. Fyri at
fáa frítøku skal orsøkin til frítøku skjalprógvast við oyðiblaði til læknaváttan, sum Skúlafyrisitingin ger. Lækna-
váttanin skal tilskila, hvussu leingi frítøkan varir, og hvat frítøkan fevnir um.
4.2 Rektarin tekur støðu til, um samlaða frítøkan í einum undirvísingarári er so víðtøkin, at tað ber í sær, at einki
ársmet verður givið. Næmingurin ella (um næmingurin er undir 18 ár og ógiftur) tann, sum hevur foreldramynd-
ugleikan, skal saman við frítøkuni skrivliga kunnast, tá ið ársmet ikki kann gevast. Kunningin inniheldur mill-
um annað upplýsing um átekning av próvtalsblaðinum/próvtøkuskjalinum (smbr. Kunngerð um studentspróv-
tøku og HF-próvtøku).
4.3 Næmingurin ber útreiðsluna til læknaváttan.
Miðstig
Endamálið
5. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa ymiskar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b) at næmingamir menna teirra rørðslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni,
c) at næmingamir læra at brúka kroppin rætt og skapandi,
d) at næmingamir læra at fóta sær væl ítróttarliga bæði einsamallir og í felag,
e) at næmingamir fáa kunnleika til fortreytimar fyri og týdningin av at vera væl fyri,
f) at næmingamir læra um uppgávumar hjá ítrótti, bæði á einstaklinga- og samfelagsstøði, og
g) at næmingamir verða eggjaðir til framhaldandi kropsligt virkni.