Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 72
220
Hástig
Endamál
11. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa djúpari innlit í og eina samanhangandi fatan av lívfrøðiligum hugsanarhátti og háttalagi,
eins og teir ogna sær hollan kunnleika um lívfrøðilig høvuðsøki,
b) at næmingamir fáa hegni at gera nágreiniligar lýsingar og greiningar av lívfrøðiligum skipanum við støði í
royndum,
c) at næmingamir læra sjálvstøðugt at orða og loysa lívfrøðiligar trupulleikar við náttúmvísindaligum hátta-
løgum til hjálpar,
d) at næmingamir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta um møguleikamar og avleiðingamar av
tøknifrøðiligu menningini fyri náttúmna, samfelagið og einstaklingin, og
e) at næmingamir læra at nýta vitan sína og háttalagskunnleika sín til at taka støðu til egnar og samfelagslig-
ar tmpulleikar við lívfrøðiligum innihaldi.
Undirvísingin
12.1 Undirvísingin byggir á eitt lívfrøðiligt støði svarandi til kravd stig og skiftir millum evnisarbeiði og skeið-
virksemi. Valið av evnum skal samlað tryggja eina lýsing av hesum økjum:
a) Lívfrøði sum vísind.
b) Lívfrøðiligari framleiðslu og lívfrøðitøknifrøði.
c) Heilsu og sjúku.
d) Náttúm og umhvørvi.
12.2 Virksemi uttan fyri skúlan er ein náttúrligur partur av undirvísingini.
12.3 Teld er partur av undirvísingini, t.d. tá ið nýtt verða amboðsforrit, samlátforrit, dátugmnnar, umframt í
royndararbeiðinum.
12.4 Læmgreinin verður skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir em part-
ar av undirvísingini. Ástøðiliga arbeiðið og royndararbeiðið verða løgd soleiðis til rættis, at næmingamir stig-
víst læra sjálvstøðugt at leggja til rættis og gera kanningar og royndir.
12.5 í sambandi við royndararbeiðið skulu næmingamir venjast í at meta um møgulig vandamál og duga at seta
í verk neyðug trygdartiltøk, tá ið arbeitt verður við ymsum tólum, evnafrøðiligum evnum og lívfføðiligum evn-
um.
12.6 Næmingamir verða vandir at meta um arbeiðshættir og royndarúrslit.
12.7 í sambandi við undirvísingina læra næmingamir at formiðla lívfrøðiliga vitan og fatan. Arbeitt verður við
at formiðla læmgreinina munnliga og skrivliga, millum annað við at loysa skrivligar uppgávur av bæði kvali-
tativum og kvantitativum sniði og við at skriva royndarfrágreiðingar. Aðrir miðlahættir kunnu eisini verða nýtt-
ir. Gjørdar verða 17 starvs-stovufrágreiðingar, umleið 3-8 síður hvør (skjøl ikki íroknað), ella 15 starvsstovu-
frágreiðingar umframt 1 projektfrágreiðing, sum í vavi svarar til 2 starvsstovufrágreiðingar. Hammframt verður
arbeitt við skrivligum uppgávum, sum í vavi svara til 10 studentspróvtøkusett. Lærarin rættar og ger viðmerk-
ingar til starvsstovufrágreiðingamar og uppgávumar.
12.8 Næmingamir gera royndir í umleið 60 pultstímar.
Innihaldið í undirvísingini
13. Undirvísingin fevnir um:
1) Arvalceru og evolutión
Unđirvísingin skal tryggja, at næmingurin verður settur væl og virðiliga og breitt inn í arva-frøðiligt ástøði og
háttalag, íroknað arvalæm menniskjans, stovnsarvalæm, evolutiónsástøði og nýtslu av arvalæm í gransking og
framleiðslu. Við í undirvísingini er mýla- og kyknugmndarlag arvalæmnnar. Hammframat verða kyknudiffe-
rentiering og fosturmenning, arvamynstur, samspælið millum arv og umhvørvi, mutatiónir, selektión, góðsking
og gentøkni viðgjørt.
2) Lívvirkisfrøði
Lívvirkisfrøði menniskjans verður lýst gjølla, og dømi verða givin um lívvirkisfrøðilig viðurskifti hjá plantum
og dýmm. Undirvísingin leggur dent á at vísa á bygnaðar- og virknaðarsambond, og hvussu javnvágin og sam-
spælið millum einstakling og umhvørvið verða hildin uppi. Mýla- og kyknulívfrøðiliga og vevnaðarlívfrøðiliga
gmndarlagið fyri lívvirkisfrøðiligum tilgongdum verða tikin við í undirvísingarevnini og skeiðsgongdina. í