Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 195
343
Framhaldsmál
Vallærugrein
Endamálið
6. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna málsliga og skrivliga málførleikan,
b) at næmingamir verða førir fyri at málbera seg á flótandi og natúrligum týskum,
c) at næmingamir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og
d) at næmingamir í hesum sambandi fáa eitt djúpari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig
viðurskifti í týskttalandi londunum og soleiðis skilja mentanarlig og søgulig høpi.
Undirvísingin
7.1 Næmingamir skulu í støðugari framtøku og við skiftandi arbeiðsháttum menna evnini at lesa tekstir av
ymiskum slagi, heruppií tekstir sum em egnaðir at viðgera nágreiniliga, og duga at próvføra sjónarmið í orða-
skifti við tekstimar. Teir skulu harafturat framvegis venjast bæði at skilja týskt, sum tað kemur fyri í vanligari
talu, og sjálvir at málbera seg flótandi, natúrliga og nøkulunda rætt.
7.2 Undirvísingin skal byggja á óviðgjørdar týskar tekstir, styðjað við av-tilfari, t.d. ljóðbondum, filmum, sjón-
bondum, edv.
7.3 f sambandi við tekstalesturin skulu næmingamir hava undirvísing í sjálvstøðugari orðabóka- og handbóka-
nýtslu.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 140 normalsíður og í mesta lagi 150 normalsíður. Hamm-
framt kann í vissan mun verða arbeitt við ískoytistilfari, sum gjøllari kann lýsa aðaltættimar í lesipensum.
ískoytistilfarið, sum skal vera á týskum máli, verður serliga tilskilað á pensumlistanum.
8.2 Lesipensum fevnir bæði um fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir, sum skulu umboða ymisk
tekstasløg. Tekstimir skulu serliga vera frá tíðini eftir 1914.
8.3 í lesipensum skal vera tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at viðgera avgerandi partar av
mentanini í týskttalandi londunum úr søguligum og nútíðarligum sjónarhomi, og sum um somu tíð geva næm-
ingunum eina fjøltáttaða og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum.
8.4 Undirvísingin verður soleiðis løgd til rættis, at næmingamir fáa eitt breiðari grundað innlit í eitt avmarkað
øki. Umleið 15% av samlaðu undirvísingartíðini verður nýtt til avmarkaða økið.
8.5 Undirvísingin skal halda við líka og víðka orðatilfar og kunnleika næminganna um orð og máliskur, soleið-
is at teir verða støðugt betur førir fyri at málbera seg fjølbroytt, eisini tá tað snýr seg um próvførslu og orða-
skifti.
8.6 Skrivliga arbeiðið skal fevna um ymisk uppgávusløg. Latnar verða inn 5 friar uppgávur á 3-5 síður og 6
uppgávur á 0,5-1 síðu. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í fel-
ag og einsæris.
8.7 Teld er partur av undirvísingini.
8.8 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, hemppií edv, kann umroknast til
2 normalsíður í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.
Høvuðsuppgávan
9.1 Høvuðsuppgávan skal byggja á upprunatýskar høvuðsbókmentir, og sitat skulu skrivast á týskum. Stuðuls-
bókmentir noyðast ikki at vera á týskum. Tekstatilfarið, ið verður nýtt, kann vera prentaðir tekstir, ljóðbond,
sjónbond o. a.
9.2 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum.Um næmingurin dugir betur týskt enn føroyskt, kann svarið tó
skrivast á týskum. Verður svarið skrivað á týskum, skulu eisini øki og uppgávutittul orðast á týskum. At skriv-
að verður á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.