Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 67
215
oyskum og skal vera sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin eitt ella
tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Tey krøv, sum verða sett til
ta málsligu greiningina, eru: grundleggjandi morfologisk vitan, orðagreining og týdningarmiklir setningsliðir.
Próvtakarin skal gera greiðu fyri meining og innihaldi í tekstabrotinum umframt tí høpi, sum tekstabrotið stend-
ur í.
21. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Undantikið upplesturin skulu avrikini í teimum einstøku pørtunum
av próvtøkuni týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 18
Juli 1996
Leiklist
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir menna teirra kropsmál, kropsframsøgn og kropstilvitan, og gjøgnum raddarvenjing og ar-
beiði við talaða málinum styrkja um møguleikar sínar at roynast sosialt og sum einstaklingur,
b) at næmingamir menna fatan sína fyri týdninginum av spælinum, hugflognum og leikpartaspælinum,
c) at næmingamir menna hug sín og evni síni til í samstarvi við øðmm at nýta ávirkingarmegi sjónleiksins í
ítøkiligum atburði og framman fyri áskoðamm, og hammframt eggja hug og áhuga teirra at uppliva sjón-
leik og skyldar framsagnarhættir,
d) at næmingamir menna evni síni at greina, tulka og meta um sjónleikaraframførslur og skyldar framsagnar-
hættir, og
e) at næmingamir menna evni síni at líta at sjónleiksframleiðslu í einum søguligum, samfelagsligum og ment-
anarligum høpi.
Undirvísingin
2.1 Høvuðsøkið í læmgreinini er verkligt arbeiði við leiklist og sjónleiki umframt við ástøðiligu og søguligu
fortreytunum í sjónleiki.
2.2 Undirvísingin er bæði verklig og ástøðilig - hon skal vera ein sameining av bólkaundirvísing, felags ráð-
legging av verkevnisarbeiðinum, umframt av vemliga verkevnisarbeiðinum í smærri bólkum. Undirvísingin
verður løgd tilrættis á tann hátt, at størstur dentur verður lagdur á tað verkliga arbeiðið, og soleiðis at greining,
ástøði og sjónleikasøga mest møguligt verða tengd at tí verkliga verkevninum.
2.3 Hvør bólkur skal arbeiði við í minsta lagi 2 verkevnisgongdum, sum verða vald við atliti til at lokalum sam-
starvi bæði í og uttanfyri skúlan. Ein verkevnisgongd fevnir um eitt ítøkiligt verkevni, t.d. uppseting av eini lítl-
ari leiksýning og eini frágreiðing, sum sýnir og greinar gongd og framleiðslu. Hvør næmingur sær hevur ábyrgd
fyri bæði heildini og sínum parti av frágreiðingini.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lærugreinin hevur hesi verkligu lutarøki:
a) venjingar í kropsmáli, kropsframsøgn, kropstilvitan,
b) venjing f nýtslu av røddum og av talaða málinum,
c) hugflogsvenjing, improvisatión, leikpartaspæl,
d) gera sjónleik burtur úr teksta- ella myndatilfari,
e) framleiðsla av synopsum, handritum og uppseting av sjónleiki,
f) sjónleikaraarbeiði, t.d. sjónleikarateknikkur, pallmynd, Ijósseting, ljóðarbeiði, smyrsl, búnar, grímur, útgerð.
3.2 Lærugreinin hevur hesi ástøðiligu lutarøkini:
a) framførslugreining. Venjingar í at draga fram týdningarmiklar partar av einum sjónleiki og at greiða frá ser-
eyðkenninum við sjónleikamiðlinum samanborið við aðrar miðlar. I hesum sambandi kann avlesing og
greining av t.d. standmyndum, myndum, ftlmum, sjónvarps- og sjónbandaupptøkum takast við,
b) leiklistafrøðilig greining. Venjingar í at síggja fyri sær sjónleik og palllistarligar møguleikar at fremja ein
tekst í ávísum høpi,