Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 129

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 129
277 in eina skrivliga ávaring. Ávaringin verður latin næminginum í innskrivaðum brævi ella móti kvittan. Um næmingurin er undir 18 ár, verður ávaringin sam- stundis latin foreldramyndugleikanum í innskrivað- um brævi ella móti kvittan. Stk. 6. Fer fráveran ella vantandi innlating av skriv- ligum avrikum í einari lærugrein upp um 15%, er meginreglan, at næmingurin fer til próvtøku sum sjálvlesandi í øllum lærugreinum. Frávera næming- anna verður gjørd upp hvørt undirvísingarár sær, og tilvísingin at fara til próvtøku sum sjálvlesandi orsak- að av ov nógvari fráveru er galdandi hvørt skeiðsár sær. Stk. 7. Stakgreinalesandi skulu fyri at fáa rætt at fara til próvtøku í minkaðum pensum (eftir treytum sum skeiðsnæmingur) í minsta lagi hava fylgt undirvís- ingini, herundir latið inn skrivligt avrik, í einstøku lærugreinini í minsta lagi 85% av tímunum (tímum, sum eiga at vera lisnir), umframt at hava latið í minsta lagi 85% av øllum teimum kravdu skrivligu avriku- num inn. Stk. 8. Um skeiðið hevur stakgreinaundirvísing, skal skeiðið í seinasta lagi 2 vikur fyri undirvísingarlok boða einstaka stakgreinalesandi frá, um hann/hon í teimum lærugreinum, sum hann/hon hevur innskriv- að seg til próvtøku í, fer til próvtøku eftir vanligum treytum ella sum sjálvlesandi, t.e. í fullum pensum. Stk. 9. Um næmingurin framhaldandi av vansketni ikki lýkur ásetingamar um møtiskyldu, kann rektar- in/skeiðleiðarin gera av, at næmingurin, umframt at hann verður vístur til at fara til próvtøku sum sjálvles- andi, eisini verður burturvístur frá undirvísingini. § 18. Sum partur av einari samlaðari hægri fyrireik- ingarpróvtøku verður skrivað ein høvuðsuppgáva, smbr. fylgiskjal 32. Serligar reglurfyri ávís lesandi, sumfara til próvtøku sum sjálvlesandi § 19. Sjálvlesandi, sambært § 1, stk. 2, umframt næm- ingum, ið sambært § 17, stk. 9, eru útihýstir frá und- irvísingini, verður boðin útbúgvingar- og yrkisveg- leiðing. Stk. 2. Sjálvlesandi, sambært § 1, stk. 2, umframt næmingum, sum sambært § 7 og § 17, stk. 9 skriva seg inn til próvtøku sum sjálvlesandi, verður boðin faklig vegleiðing. Vegleiðingin snýr seg um próv- tøkuuppgevingar, og hon verður givin einstaklingum ella bólkum. Vegleiðingin svarar í vavi til ein pults- tíma í hvøijari lærugrein. Viðvíkjandi innskriving til próvtøku verður víst til próvtøkukunngerðina. Stk. 3.1 minsta lagi eina ferð um árið verður hildið starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi í felagslærugreinu- num alisfrøði-evnafrøði og lívfrøði, í vallærugreinini ítrótti umframt í vællærugreinunum og hástigslæru- greinum: alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði. Starvs- stovuskeiðini fevna um tær kravdu, verkligu royndir- nar í teimum nevndu lærugreinunum. Ein fortreyt fyri, at ein sjálvlesandi kann skriva seg inn til próv- tøku, er, at hann/hon hevur lokið eitt starvsstovuskeið í avvarðandi lærugrein ella á annan hátt, t.d. við at hava luttikið í vanligari undirvísing, hevur framt tær kravdu, verkligu royndir og kann skjalprógva hetta. Undantiknir frá hesum eru tó næmingar, sum sam- bært § 17 eru vístir til at fara til próvtøku sum sjálv- lesandi, eftir at innskrivingarfreistin til starvsstovu- skeiðið er úti, og lesandi, sum sambært § 17, stk. 7 ikki hava fingið rætt at fara til próvtøku eftir vanlig- um treytum. Smbr. annars fylgiskjal 33. Kapittul 3 Stovnan av undirvísing § 20. Landsstýrið tryggjar skeiðsrúmd til 2-ára HF- undirvísing, soleiðis at allir umsøkjarar, sum lúka upptøkutreytimar, kunnu takast inn. Stk. 2. Fyri 2-ára HF-skeiðini tekur Skúlafyrisitingin avgerð um samlaða pultstímatalið til undirvísing sambært §§ 4 og 6. Pultstímatalið um vikuna er tó í minsta lagi 52 + 1,10 x talið á fulltíðamæmingum á 2-ára skeiðnum. Stk. 3. Skyldan at halda starvsstovuskeið fyri sjálv- lesandi, sambært § 19, stk. 3, verður framd í sam- starvi millum HF-skeiðini. Stk. 4. Rektarin/skeiðleiðarin ásetur lærugreinatil- boðið á HF-skeiðunum eftir tilmæli frá lærararáðn- um. Stk. 5. HF-skeiðini kunnu bjóða út stakgreinaundir- vísing í læmgreinum, sambært § 2, um Skúlafyrisit- ingin frammanundan hevur góðtikið ætlanina. § 21. Rektarin/skeiðleiðarin tekur avgerð um stovnan av valbólkum við atliti at skeiðsrúmd og lærugrein- atilboðum á skeiðinum, soleiðis at ynskini hjá um- søkjarunum verða gingin á møti sum frægast. Kapitul 4 Aðrar ásetingar § 22. Skúlafyrisitingin góðkennir árligu ætlanimar fyri tíma- og læmgreinabýtið fyri undirvísingina á 2- ára HF-skeiðunum. § 23. Næmingur kann kæra avgerð rektarans sambært hesi kunngerð, hemndir avgerð um burturvísing ella onnur agatiltøk til Skúlafyrisitingina innan 5 dagar aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina. Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndigur, kann kær- an sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Stk. 3. Kæran verður send skrivliga til rektaran, sum sendir hana víðari til Skúlafyrisitingina saman við egnum ummæli í málinum. Áðrenn málið verður sent Skúlafyrisitingini, skal rektarin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan eina viku at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Skúlafyrisitingini. Stk. 4. Skúlafyrisitingin ger av, um avgerð rektarans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið kært hevur. Stk. 5. Avgerðin hjá Skúlafyrisitingini kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216
Side 217
Side 218
Side 219
Side 220
Side 221
Side 222
Side 223
Side 224

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.