Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 1
149
Kunngerðablaðið A
1996 Hefti 13
ISSN 0907-905X
Nr. 102 17. juli
KUNNGERÐ
um
studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi
(Studentaskúlakunngerðin)
Við heimild í § 4, § 5, stk. 1, 6, 7 og 11, § 6, stk. 1 og
§ 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 106 frá 1995 um studenta-
skúlar v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið
fyrisett:
Kapittul 1
Bygnaður og innihald
§ 1. Undirvísingin á studentaskúlanum tekur 3 ár og
verður givin á 2 đeildum, einari málsligari og einari
støddfrøðiligari deild. Undirvísingin fevnir um fel-
agslærugreinir, sum eru felags fyri allar næmingar,
deildarlærugreinir, ið eru felags fyri allar næmingar á
tí valdu deildini, og vallærugreinir, sum næmingar
kunnu velja á báðum deildum, sí tó stk. 3 og 4. Val-
lærugreinir eru/kunnu vera á 2 stigum, hástigi og
miðstigi.
Stk. 2. Felagslærugreinimar á báðum deildunum era:
danskt, enskt, føroyskt, geografi, ítróttur, lívfrøði,
religión, søga og tónleikur/evning.
Stk. 3. Deildarlæragreinimar á málsligu deild era:
alisfrøði-evnafrøði, franskt, russiskt ella spanskt
sum bytjanarmál (3. fremmandamál), latín, stødd-
frøði og týskt sum framhaldsmál (2. fremmandamál).
Deildarlæragreinimar á støddfrøðiligu deild era: alis-
frøði, evnafrøði, støddfrøði, týskt sum framhaldsmál,
týskt, franskt, russiskt ella spanskt sum byijanar-
mál (2. fremmanda mál).
Stk. 4. Vallæragreinimar á hástigi era: alisfrøði,
enskt, evnafrøði, franskt, russiskt ella spanskt sum
bytjanarmál, grikskt, latín, lívfrøði, samfelagsfrøði,
støddfrøði, tónleikur og týskt. Bert næmingar á stød-
dfrøðiligu deild kunnu velja alisfrøði og evnafrøði.
Bert næmingar á málsligu deild kunnu velja grikskt
og latín. Enskt verður vanliga lagt ymiskt til rættis á
teimum báðum deildunum.
Stk. 5. Vallæragreinimar á miðstigi era: alisfrøði,
evnafrøði, evning, filmur og sjónvarp, fiskivinna,
fomaldarfrøði, geografi, heimspeki, ítróttur, latín,
leiklist, lívfrøði, sálarfrøði, samfelagsfrøði, teldu-
frøði, tónleikur, tøkni og vinnulívsbúskapur. Bert
næmingar á málsligu deild kunnu velja alisfrøði.
Evnafrøði og latín leggjast ymiskt til rættis á teimum
báðum deildunum.
Stk. 6. Landsstýrið kann góðkenna, at undirvísing
verður bjóðað næmingunum í øðram vallæragreinum
enn teimum, sum era nevndar í stk. 4 og 5.
Stk. 7. Undirvísingin fevnir eisini um eina skrivliga
høvuðsuppgávu, sí § 9.
Stk. 8. Allir næmingar skulu hava undirvísing í edv.
Stk. 9. Viðvíkjandi innihaldinum í læragreinunum
verður víst til fylgiskjølini 1-31.
§ 2. Undirvísingin hjá tí einstaka næminginum fevn-
ir um felagslæragreinir og deildarlæragreinir sam-
bært § 1, stk. 2 og 3. Vallærugreinimar svara í vavi til
4 (miðstig) ella 5 (hástig) pultstímar í 2. studenta-
skúlaflokki, og 14 (tvey hástig og eitt miðstig), 15
(trý hástig) ella 18 (tvey hástig og tvey miðstig) pults-
tímar í 3. studentaskúlaflokki, sí tó stk. 2 og 3. Her-
umframt skal næmingurin lata inn eina skrivliga høv-
uðsuppgávu. Ein vallæragrein kann bert veljast á ein-
um stigi, og sama læragrein á miðstigi kann ikki velj-
ast bæði í 2. og 3. studentaskúlaflokki.
Stk. 2. í minsta lagi tvær av vallæragreinunum skulu
veljast millum tær læragreinir, sum era nevndar í § 1,
stk. 4 (hástig) tó soleiðis at næmingar á málsligu
deildini skulu velja í minsta lagi eitt mál á hástigi, og
næmingar á støddfrøðiligu deild skulu velja eina av
læragreinunum alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, samfel-
agsfrøði, støddfrøði ella tónleik á hástigi.
Stk. 3. Næmingar á málsligu deild, ið velja bæði
grikskt og latín á hástigi, enda eftir egnum vali undir-
vísingina í teirra bytjanarmáli ella framhaldsmáli eft-
ir 1. studentaskúlaflokk. Fyri næmingar, ið hava
grikskt á hástigi, telur henda læragrein fyri eina læra-
grein á hástigi og eina á miðstigi.
Stk. 4. Næmingar á støddfrøðiligari deild, sum velja
annaðhvørt samfelagsfrøði ella tónleik á hástigi,
skulu harumframt velja í minsta lagi eina av hesum
læragreinum: alisfrøði á hástigi, støddfrøði á hástigi,
evnafrøði á miðstigi, geografi á miðstigi ella lívfrøði
á miðstigi.