Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 7
155 is sum ársskeið, fevnir undirvísingin um 170 tímar í staðin fyri 140. Stk. 4. Undirvísingin í evnafrøði, geografi, latín og lívfrøði á miðstigi kann fara fram í serligum bólkum, soleiðis at pensum til kravda stigið verður tikið uppí. § 25. Reglumar um eftirmeting í §§ 16-21 em ikki at nýta við stakgreinaundirvísing. Lærarin gevur 2 ferð- ir um árið stakgreinalesandi næmingum tilboð um eftirmeting av støðuni. I hálvuni undan próvtøkuni skulu næmingar í læmgreinum við skrivligari próv- tøku hava tilboð um at gera eina skrivliga uppgávu undir próvtøkulíknandi umstøðum. Kapittul 6 Sjálvlesandi § 26. Próvtøkur sambært §§ 22-25 kunnu takast av sjálvlesandi, ið skriva seg inn til próvtøku heilt ella partvfst uttan av hava fingið undirvísing framman- undan á einum skúla í læmgrein/um ella av næming- um, sum sambært § 3, stk. 6 em útihýstir frá undir- vísingini. § 27. Sjálvlesandi og næmingum, sum sambært § 3, stk. 6 em útihýstir frá undirvísingini og skriva seg inn til próvtøku sambært treytum sum sjálvlesandi, verða bjóðað útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eins og fak- liga vegleiðing. Faklig vegleiðing, ið serliga snýr seg um próvtøkuuppgevingamar, verður givin einstak- lingum ella bólkum, og fevnir um ein tíma í hvørjari læmgrein, tann sjálvlesandi/næmingurin hevur inn- skrivað seg til próvtøku í. Stk. 2. Minst eina ferð um árið verður hildið starvs- stovuskeið í læmgreinunum alisfrøði, evnafrøði, ítrótti og lívfrøði. Starvsstovuskeiðið fevnir um tær kravdu verkligu venjingamar í hesum lærugreinum, sí fylgiskjal 35. Tað er ein fyritreyt fyri innskriving til próvtøku, at tann lesandi/næmingurin hevur tikið lut í einum starvsstovuskeiði í læmgreinini ella á annan hátt hevur gjørt tær kravdu verkligu venjingamar og kann skjalprógva hetta. Kapittul 7 Felagsreglur fyri stakgreinalesandi og sjálvlesandi § 28. Stakgreinalesandi og sjálvlesandi skulu skriva høvuðsuppgávuna áðrenn tey skriva seg inn til ta síðstu próvtøkuna í eini samlaðari próvtøku. Høvuðs- uppgávan verður skrivað í eini vallæmgrein á hástigi ella í føroyskum, donskum ella søgu. Stk. 2. Stakgreinalesandi skriva høvuðsuppgávuna í einari læragrein, har tann stakgreinalesandi fær und- irvísing ella hevur fingið undirvísing. Stk. 3. Sjálvlesandi skriva høvuðsuppgávuna - eftir avtalu við skúlan - í einari læmgrein, har tann sjálv- lesandi hevur verið til próvtøku ella hevur skrivað seg inn til próvtøku í næsta próvtøkuskeiði. Høvuðs- uppgávan verður skrivað í tí tíðarskeiði, sum skúlin ásetur. § 29. Undirvísing í edv, sí fylgiskjal 4, kann bjóðast stakgreinalesandi/sjálvlesandi. Lesandi, sum seta próvtøkur saman í einstøkum læmgreinum til eina samlaða próvtøku, skulu bjóðast edv-brúkaraskeið. Verður einki brúkaraskeið skipað, har tann lesandi fylgir undirvísing/fer til próvtøku, kann tann lesandi verða vístur til annan skúla at fylgja brúkaraskeiði. § 30.011 kunnu skriva seg inn til próvtøkur í teimum einstøku læmgreinunum uttan mun til útbúgving frammanundan. Hesar treytir skulu tó vera uppfyltar: 1) Til ta einstøku próvtøkuna skal gevast upp eitt pensum og leggjast fram frágreiðingar o.a., sum lúka krøvini og reglumar fyri studentspróvtøku eftir serligum treytum, sí fylgiskjølini 1-31. 2) Tað er ein fyritreyt fyri innskriving til próvtøku í støddfrøði á hástigi á støddfrøðiligu deild, at tann lesandi í seinasta lagi í sama próvtøkuskeiði hev- ur verið til próvtøku í skrivligari støddfrøði á kravdum stigi. Stk. 2. Tann lesandi fer til próvtøku í teimum ein- støku læmgreinunum, tá ið undirvísingin er lokin. Verður farið til próvtøku seinni, fer innskrivingin til próvtøkuna fram sambært reglunum, ið em galdandi fyri sjálvlesandi, um ikki so er, at talan er um sjúkra- próvtøku. § 31. Fyri sjálvlesandi em reglumar viðvíkjandi próvtøku, próvtalsgeving og prógvi til hægri fyrireik- ingarpróvtøku í studentaskúla- og HF-próvtøkukunn- gerðini at nýta við teimum undantøkum, sum em til- skilað í kunngerðunum. Kapittul 8 Aðrar ásetingar § 32. Næmingur kann kæra avgerð rektarans sambært hesi kunngerð, hemndir avgerð um burturvísing ella onnur agatiltøk, til Skúlafyrisitingina innan 5 dagar aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina. Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, kann kær- an sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Stk. 3. Kæran verður send skrivliga til rektaran, sum sendir hana víðari til Skúlafyrisitingina saman við egnum ummæli av málinum. Aðrenn málið verður sent Skúlafyrisitingini, skal rektarin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan eina viku at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Skúlafyrisitingini. Stk. 4. Skúlafyrisitingin ger av, um avgerð rektarans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið hevur kært. Stk. 5. Avgerðin hjá Skúlafyrisitingini kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. § 33. Rektarin kann loyva, at persónar, sum ynskja at fara til studentspróvtøku sum sjálvlesandi ella stak- greinalesandi, kunnu fylgja undirvísingini og fara til próvtøku á studentaskúlanum í einstøkum læmgrein- um.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216
Page 217
Page 218
Page 219
Page 220
Page 221
Page 222
Page 223
Page 224

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.