Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 14
162
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 2
Juli 1996
Alisfrøði-evnafrøði
Málslig deild
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa kunnleika um týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri mentan og samfelagslív,
b) at næmingamir við at fáast við alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spumingar fáa kunnleika um umhvørvis-
viðurskifti,
c) at næmingamir fáa vitan um høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera gmndarlag undir
framhaldandi lesnaði,
d) at næmingamir fáa skil á alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í gerandisdegnum,
e) at næmingamir fáa kunnleika um royndararbeiðshættir, vandamál og trygdarviðurskifti í hesum sambandi,
f) at næmingamir í ein vissan mun fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og munnliga um einføld alis-
frøðilig og evnafrøðilig viðurskifti.
Undirvísingin
2.1 Tað er av týdningi, at undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr gerandisdegnum og á
royndarligum støði. Næmingurin skal fáa kunnleika um nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men tað
er av týdningi, at undirvísingin ikki verður ov vísindakend.
2.2 Undirvísingin fevnir um høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði og evnafrøði skulu vektast javnt í undirvísingini.
So vítt tað er gjørligt, skulu bæði alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari langætlan.
2.3 Partar av undirvísingini skulu leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir, og ein av langætlanunum
skal sum tema hava umhvørvið.
2.4 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir og royndir,
gjørdar av næmingunum. Royndimar skulu dýpa og lýsa ástøðiligu spumingamar, og tær eiga at vera tætt knýtt-
ar at langætlanunum. Næmingamir skulu skriva dagbók um royndararbeiðið og sýna, at teir eisini em førir fyri
at gera einfaldar útrokningar í hesum sambandi.
2.5 Royndimar, gjørdar av næmingunum, skulu svara til einar 25 pultstímar. Næmingamir skulu skriva einar 12
frágreiðingar í sambandi við royndimar, og lærarin skal rætta og gera viðmerkingar til ífágreiðingamar.
2.6 Næmingamir skulu kunnast um vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.
2.7 Næmingamir skulu loysa skrivligar uppgávur, ið em knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í svarinum
upp á eina numeriska uppgávu skal so mikið av teksti og myndum vera við, at eingin ivi er um hugsanarháttin
hjá næminginum. Eisini skal næmingurin venja seg við at meta um úrslitini.
2.8 Uppgávur verða bæði loystar í tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og fær við-
merkingar frá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.
2.9 Edv skal takast við í undirvísingina. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit, venjingarforrit, samláts-
forrit ella dátugmnnar. í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar støddir
eins og í sambandi við stýring av og eftirliti við royndarappsetingum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Høvuðsøkini fevna um:
1) Bygnaðin hjá evnum. Bygnaðurin hjá atomum og kjamum verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutron-
ir) og isotopar umrøddir. Eisini verður skeiðbundna skipanin av gmndevnunum lýst við høvuðsdenti á tey
fyrstu skeiðini. Ut frá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir og molekylir verða gjørd og við-
komandi dømi um jon- og molekylubindingar verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður lagdur á organisku
sambindingamar, tá ið stmkturformlar verða valdir.
2) Evnis- og orkubroytingar. Geislavirknir kjamar og fáningin av teimum verða viðgjørd. f hesum sambandi
skulu alfa-, beta- og gammafáning, dømi um kjamareaktiónir (m.a. fusión og fissión), aktivitetur og helvt-