Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 17
165
4.2 Munnligi tátturin skal framhaldandi menna málførleika næminganna, m.a, við samtalu og upplestri. Næm-
ingamir skulu hava kunnleika um týdningin av málsliga framburðinum fyri tekstafatan.
4.3 Skrivligi tátturin skal fáa næmingamar at royna og menna seg í ymsari skriving, frá tí yrkiskenda til tað list-
arliga. Skrivaðar verða 16 uppgávur (íroknað uppgávur til royndir og til próvtøku) til støddar sum próvtøkuupp-
gávumar. Helvtin av uppgávunum em av próvtøkuslagnum, meðan hin helvtin kann vera aðrar størri ella minni
uppgávur. Hemppií er skrivlig viðgerð av einum sjálvlisnum verki eftir ávísum setningi.
5. Teld, hemndir elektronisk tekstaviðgerð, er partur av undirvísingini.
Høvuðsuppgávan
6.1 í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at bera øðr-
um tað innlit, hann hevur ognað sær.
6.2 Evnið í uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmamar hjá læmgreinini. Evnið kann vera fram-
hald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktu bókmentimar mugu ikki hava verið nýttar í
undirvxsingini.
6.3 Dømingin verður grundað á eina heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt frá týdningarmestu tátt-
unum í valda evninum, og hvussu uppgávutilfarið verður skipað, viðgjørt og lagt fram.
Próvtøkan
7.1 Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
7.2 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum ólisnum og einum lisnum teksti. Fyrireikingartíðin er
umleið 60 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan froknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman,
íroknað próvdøming.
7.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 100 normal-
síður umframt 2 verk. Norskir og svenskir tekstir skulu vera umboðaðir. Ongin stuttur tekstur telur meiri enn 4
normalsíður. Próvtakaramir verða próvhoyrdir í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Próvhoyrarin velur
ólisna tekstin, sum kann vera upp til 8 normalsíður til longdar. Rithøvundur og útgávuár skulu vera tilskilað, og
um neyðugt orðafrágreiðingar. Er talan um brot úr longri teksti, skal stuttur samandráttur vera. Próvtøkupensum
skal vera javnt umboðað í próvtøkuspumingunum.
7.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum.
7.5 Próvtakarin fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn til fyrireikingar. Próvtakarin fær próvtøkuspumingin
skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av lisnum og ólisnum teksti. I fyrireikingarhølinum er næminginum
loyvt at hava við sær egnar uppskriftir, allar bøkur og alt tilfar, sum hevur verið brúkt í undirvísingini. I fyrireik-
ingarhølinum skulu hesar orðabøkur vera til taks: Føroysk-donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk
Ordbog, fremmedordbog umframt hóskandi uppslagsbøkur. Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul undir
framløguni brúkast uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplestur telur ikki posi-
tivt í dømingini.
7.6 Próvhoyringin tekur støði í einari framløgu hjá próvtakaranum og fer fram sum ein samtala á donskum mill-
um próvtakara og próvhoyrara. í próvhoyringini skal próvtakarin vísa evni síni at greina og tulka tekstin og
draga fram aðaltættimar í tekstinum, hammframt skal próvtakarin eisini duga at seta tekstin inn í eitt mentan-
arligt, samfelagsligt ella tíðartongt høpi.
7.7 Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting. í met-
ingini skal størri dentur leggjast á evni próvtakarans at viðgera ólisna tekstin.
8.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtakarin kann velja millum fleiri uppgávur, grundaðar á ymiskt tilfar.
8.2 í próvtøkuhølinum skulu hesar orðabøkur í nýggjastu útgávu vera til taks í nóg nógvum eintøkum: Føroysk-
donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Nudansk Ordbog, Fremmedordbogen umframt Retskrivningsord-
bogen.