Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 26
174
Høvuðsuppgávan
26.1 í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at taka
saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.
26.2 Evnið í uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmamar hjá læmgreinini. Evnið kann vera fram-
hald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktar bókmentimar skulu vera nýggjar.
26.3 Grunđbókmentimar og meginparturin av undirbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at næmm øll
sitat í svarinum em á enskum.
26.4 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har fylgjandi spumingar hava serligan týdning: verður nóg neyvt
og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða tey nágreiniliga viðgjørd? er fram-
løgan greidliga skipað? er málburðurin greiður og klámr? em stuðulsbókmentimar í rímiligan mun tiknar við?
og em kelduávísingamar neyvar og viðkomandi? At skrivað verður á enskum, verður ikki í sjálvum sær roknað
sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
27. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
28.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekst-
in er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
28.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella verið til
próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligari deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av
lesipensum. Tey 4 skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri
1900 og tekstir frá teimum seinastu 10 ámnum, skulu vera umboðað. Úr tekstum, sum lýsa náttúmvísindaligar
ella tøknifrøðiligar spumingar, skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður. Eingin einstak-
ur tekstur má telja meiri enn 20 normalsíður. Einans tekstir í prentaðum lfki kunnu vera partur av próvtøkupens-
um.
28.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella verið til
próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av ein-
um lesipensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fýri kravt stig á støddfrøðiligu deild og hástig á
støddfrøðiligu deild til samans.
28.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum á 900
normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild og á hástigi á støddfrøðiligu deild
til samans. Hevur tann sjálvlesandi ella næmingurin, ið fer til próvtøku eftir serligum treymm, fylgt undirvísing-
ini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, verður pensum minkað niður í 400 normalsíður,
sum er ájavnt við lesipensum á hástigi.
28.5 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum eru givnar
upp í lesipensum. í fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum
eru útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru tilskilaðir í lesipensum. Aðrir
hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini.
28.6 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið verður lisið
upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin byijar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt,
til støddar umleið 3/4 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi
gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt enska tekstin við at umseta
hann til føroyskt.
29. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.