Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 32

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 32
180 venja næmingamar at málbera seg skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og læra teir at nýta evnafrøðiliga tekn- málið og støddarlíkningar til lítar. Við at loysa skrivligar uppgávur skulu næmingamir venjast at arbeiða við talvuverkum og teimum hjálparmiðlum, ið loyvd em til próvtøku. I svari upp á taluppgávu skal vera tekstur, reaktiónsskema, myndir og evnafrøðiligir formlar í so stóran mun, at hugsanarháttur næmingsins sæst skilliga. Uppgávuloysing fer fyri ein part fram í tímunum, fyri ein part sum skrivligt heimaarbeiði. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til tær skrivligu uppgávumar. Mongdin av tí skrivliga heimaarbeiðinum í hesum sambandi er í 2.s 15 uppgávusett, sum hvørt svarar til 50-75% av einum próvtøkusetti; í 3.s 15 uppgávusett, sum hvørt svarar til 75-100% av einum próvtøkusetti. 12.8 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og data- gmnnar verða nýtt. í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafong- ur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum. Innihaldið í undirvísingini 13.1 Undirvísingin fevnir um; 1) Astøði um evnafrøðiligar bindingar Økið fevnir um intra- og intermolekylarar bindingar. Elektronbýtið í atomum, eisini orbitalhugtakið, verður viðgjørt reglubundið við atliti at skeiðbundnu skipanini hjá gmndevnunum og elektronbygnaðinum í mole- kylum. Atomorbitalhybridisering eins væl og sigma- og pimolekylorbitalar verða umrødd. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lysir líðandi skiftið millum bind- ingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loysingarviðurskifti, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki- polar evní, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar, hydrogenbinding og jon-dipolbinding verða tiknar við. 2) Evnafrøðiligur termodynamikkur Fyrsti høvuðssetningur í termodynamikkinum og hugtakið støðufunktión verður viðgjørt við serligum atliti at entalpihugtakinum og molara reaktiónsentalpi. Annar høvuðssetningur í termodynamikkinum, m.a. støðufunktiónimar Gibbs-orka og entropi, verður gjøgnumgingin við atliti at stabilitetshugtakinum og treyt- ini fyri evnafrøðiliga javnvág. Tá ið støðufunktiónimar verða gjøgnumgingnar, verður hugtakið standard- støða viðgjørt. Konduktivitetur, m.a. lóg Kohlrausch, og kolligativir eginleikar, osmotiskt trýst, kókimarks- hækking og frostmarkslækking, hjá loysingum verða viðgjørd. 3) Evnafrøðiliga javnvág Javnvágarlógin verður gmndað á termodynamikkin. Tann kvantitativa viðgerðin av evnafrøðiligari javnvág og skjóting av javnvág fevnir um homogenar eins væl og heterogenar skipanir. Gjøgnumgongdin fevnir um: a) sýru-basujavnvágir, protolysa í veikum sýmm og basum verður tikin við, puffaraloysingar, amfolyttar, Bjermmritmynd og loysiligleikajavnvágir fyri loftsløg og jonsambond, b) kompleksjavnvágir og koblaðar loysiligleika- og kompleksjavnvágir og c) redoxjavnvágir Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvantitativt. Týdningurin, javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøddur. 4) Elektrokemi Elektrokemiskar cellur (galvanisk element), m.a. konsentratiónscellur verða viðgjørdar við atliti at celludia- grammi, streymgevandi reaktiónini og elektrodupotentiali (Nemst líkningini). Sambandið millum hvílu- spenningin ella elektromotorisku kraftina (EMK) hjá celluni og AG hjá reaktiónini verður víst. Ásetan av javnvágarkonstantum fyri redoxreaktiónir verður viðgjørd. Tæring og verja móti tæring verður viðgjørt fyri metal. Týdningarmikil battarí verða viðgjørd. Elektrolysa verður umrødd við atliti at ídnaðarframleiðslu av metallum. 5) Reaktiónskinetikk Almenna tiltakið um reaktiónsordan verður sett fram. Kinetikkurin fyri reaktiónir við nulta, fyrsta og øðrum ordan verður viðgjørdur. Dømi um reaktiónsmekanismur verða umrødd. Hvussu skjótleikatalið er bundið av temperaturinum (Arrheniuslíkningin) verður viðgjørt, aktiveringarorka verður tikin við. Katalysuhugtak- ið verður lyst við dømum um homogena og heterogena katalysu og verður sett í samband við “orkuprofil- ina” (aktiveringarorku) hjá einari reaktión. Nytsla av katalysatorum, m.a. enzymum, í ídnaðinum verður umrødd. 6) Lívrunna evnafrøði Viðgerðin skal fevna um reglubundna gjøgnumgongd av týðandi lívrunnum evnabólkum og reaktiónssløg- um, hvussu vanlig lívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava. Hesir evnabólkar verða umrøddir reglu- bundið við atliti at molekylbygnaði og eginleikum: carbonhydridar, halogeneraðar carbonhydridar, alko- holir, phenolir, etherar, aldehydir, ketonir, carbohydratar, carboxylsýrur, estarar, fitievni, aminir, aminosýr-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216
Page 217
Page 218
Page 219
Page 220
Page 221
Page 222
Page 223
Page 224

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.