Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 35
183
20.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og data-
grunnar verða nýtt. í sambandi við royndararbeiðið kann edv nytast til at savna og greina mátingar (datafongur)
0g til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.
Innihaldið í undirvísingini
21.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Evnafrøðiliga binding
Økið fevnir um intra- og intermolekylarar bindingar. Elektronbýti í atomum verður viðgjørt og í mun til
reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumging-
in: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. I hesum sam-
bandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lýsir líðandi skiftið millum ávís bindingasløg, tikið upp. Kunn-
leikin um stand og loysingarviðurskifti hjá evnum, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verð-
ur viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar og hydrogenbinding verða tiknar við.
2) Evnafrøðiligar reaktiónir og stabilitetur
Redox-, fellingar- og kompleksreaktiónir verða viðgjørdar. í sambandi við at gera upp reaktiónsskema verða
evnafrøðiligar mongdarútrokningar gjørdar. Útrokningamar fevna um reaktiónir í loftsløgum, støðulíkning-
ina fyri idealt loftslag, og evni í tyntum loysingum. Dømi verða sett ffam um exotermar og endotermar reak-
tiónir og um ásetan og útrokning av molarari reaktiónsentalpi. Stabilitetshugtakið verður viðgjørt kvalita-
tivt við AG- ella AS-metingum.
3) Evnafrøðiliga javnvág í homogenum skipanum
Greiðast skal frá javnvágarlógini, soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verður viðgjørt kvantitativt, í
hesum sambandi verða javnvágarbrot roknað. í gjøgnumgongdini verða sýru-basujavnvágir greiniligari við-
gjørdar, protolysa í veikum sýrum og basum verður tikin við. Kompleksjavnvágir og redoxjavnvágir, og
hvønn tydning javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøtt. Hvussu javnvágarkonstantur-
in er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvalitativt.
4) Reaktiónsferð
Ferðin hjá evnafrøðiligum reaktiónum verður tikin upp. Dømi um fysisk og kemisk árin, ið broyta ferðina
á evnafrøðiligari reaktión verður umrøtt. Katalysuhugtakið verður lyst við dømum um homogena og hetero-
gena katalysu.
5) Lívrunnina evnafrøði
Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at standi, funktionellum bólki og navnagávu: car-
bonhydridar, halogeneraðar carbonhydridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehydir, ketonir, carbohydratar,
carboxylsýrur, estarar, fitievni og aminir. Tríggir evnabólkar verða valdir til viðgerðar við atliti at saman-
hanginum millum molekylbygnað og eginleikar hjá lívrunnum sambondum. Reaktiónssløgini substitutión,
additión, eliminatión, kondensatión og polymerisatión umframt isomerihugtøkini strukturisomeri og ste-
reoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum sambondum í
dagligum lívi og tøknifføði verður umrøddur. IUPAC-navnagáva skal nýtast í mest møguligan mun.
6) Olívrunnina evnafrøði og evnaringrás
Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í
náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunn-
leika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum, og tøknifrøðini verður tikin við. í sambandi við tey valdu
evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal
nýtast í mest møguligan mun.
7) Umhvørvisevnafrøði
Dømi um lysing og greining av tí luti, evnafføðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørv-
islóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði kann
leggjast til rættis sum sjálvstøðugt evni ella takast uppí hini høvuðsøkini.
8) Valfrítt tilfar
Valfrítt tilfar fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og inniheldur í minsta lagi eina samanhang-
andi undirvísingargongd.
21.2 Lisnar verða einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er.
Próvtøkan
22.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og til-
farsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming
22.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-130 síður, alt eftir undir-
vísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verður royndararbeiði, sum hevur samband við próvtøkupensum,