Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 37
185
3) í einar 2-3 vikur (í minsta lagi 6 tímar) arbeiða næmingamir hvør sær ella í bólkum við einari verkligari verkætlan,
sum skal menna evnini til visuella hugsan og samstundis læra teir at bera hana fram.
3.2 Næmingamir skulu venjast at brúka frøðiorðini, ið em knýtt at lærugreinini og at málbera seg um lærugreinina sum heild.
3.3 Arbeiðið hjá næmingunum skal - tá ið tað er gjørligt - javnan sýnast fram uttan fyri læmgreinarhølið.
Miðstig
Endamálið
4. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær fortreytir at uppliva og skilja myndlist,
b) at næmingamir ogna sær egnar royndir í myndskapandi tilgongdini,
c) at næmingamir ogna sær verkligar royndir og vitan um arbeiðshættir í myndagerð og
d) at næmingamir kunnast við háttaløg í greining og meting av myndum sum fagurfrøðiligari frásøgn og framsøgn.
Undirvísingin
5.1 Høvuðsdentur verður lagđur á verkliga arbeiði næminganna.
5.2 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiði við ymiskum myndaformum geva næmingunum fortreytir at uppliva og skilja ta
skapandi gongdina og tær visuellu framsagnimar.
Allar visuellar framsagnir kunnu vera umboðaðar í undirvísingini. Arbeiðast skal við hesum trimum bólkum:
a) Myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
b) Myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
c) Myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance
Tveir av bólkunum skulu viðgerast neyvari. í tann mun, tað er fakliga viðkomandi fyri lærugreinina, skal edv vera partur av
undirvísingini.
6.1
Innihald í undirvísingini
Undirvísingin fevnir um:
1) Arbeiði við myndlistaligum tilgongdum og grundleggjandi myndahugtøkum gjøgnum egnu royndir næminganna við
myndlistini. Dentur verður lagdur á samspælið millum hugskot, tilevning og greining.
2) Arbeiði við fjøltáttaðum funksjónum í myndaframsøgnini - søguliga og sosialt. Bæði samtíðarlist og list úr øðrum
tíðum og úr øðrum mentanum skal vera partur av frálæruni. Undirvísingin skal eisini viðgera visuellar framsagnir,
sum ikki eru serstakliga myndlist. Arbeitt verður við ymiskum greiningarhættum, og í ávísan mun verður mett um
endamálið við háttalagnum og nyttuna av hesum.
3) 30-40 tímar verða settir av til praktiska verkætlan, har ið næmingamir arbeiða hvør sær ella í bólkum. Verkætlanin
skal menna evni til visuella hugsan og læra næmingamar at bera hana fram og eisini at málbera seg í myndum. Verk-
ætlanin er partur av próvtøkuni.
6.2 Arbeiðið hjá næmingunum skal javnan og so ofta, tað er gjørligt, sýnast fram uttan fyri læmgreinarhølið.
6.3 Næmingamir skulu venjast við at brúka frøðiorðini, ið em knýtt at læmgreinini, og at málbera seg um læmgreinina sum
heild. Lesipensum fevnir um 100-150 síður.
Próvtøkan
7.1 Til próvtøkuna verða givnar upp 80-100 síður.
7.2 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5
næmingar vera próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
7.3 Fram móti próvtøkuni skipar próvtakarin fyri framsýning av verkætlan síni og øðmm arbeiðum, sum gjørd em í undir-
vísingartíðarskeiðinum, herímillum eisini heimaarbeiðum. Arbeiðini skulu á nøktandi hátt umboða tey øki, sum arbeitt hevur
verið við í undirvísingini. Framsýningin skal vísa bæði skitsur og tað, sum meira er arbeitt við. Arbeiði, sum ikki em partar
av sjálvari framsýningini, skulu vera til taks við próvtøkuna. 011 arbeiði skulu vera dagfest og hava frámerki. Próvtakarin
velur sjálvur út, setur fram og heingir upp. Lærarin hjálpir einans við tí praktiska. Settir verða 1-2 dagar av til at fyrireika
framsýningina - alt eftir hvussu nógvir próvtakaramir em.
7.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, leggja fram, tá ið próvtøkan byrjar, 10-15 sjálv-
støðug arbeiði. í minsta lagi tvey avrik úr bólkunum flata, rúm og tíð skulu vera umboðað í so stóran mun, at próvtakarin