Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 39
187
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Verkliga arbeiðið fevnir um gerð av mynd- og ljóðframleiðslu, t.d. video, ljóði/dias, smalfilmi og ljóðbond-
um. í undirvísingini skal verða givin grundleggjandi vitan um ein ella fleiri framsagnarhættir og framleiðslu-
gongdir innan hesar miðlar. Arbeiðið skal fevna um allar partar í eini miðlaframleiðslu.
3.21 ástøðiliga arbeiðnum verður arbeitt greiningarliga og ástøðiliga við filmi og elektrónisku miðlunum innan
avmarkað evni, tíðarskeið ella temu. Undirvísingargongdimar, sum verða valdar, skulu vera fjøltáttaðar, bæði
hvat viðvíkur vali av miðla og innihaldi.
3.3 Til ástøðiligu gongdina skulu lesast 75-100 tekstasíður.
3.4 Undirvísingargongdimar skulu fevna um hesi 5 sjónarhom, og øll 5 sjónarhom skulu viðgerast:
1) fagurfrøðiligt sjónarhom
2) framleiðsluligt sjónarhom
3) søguligt sjónarhom
4) institutionelt sjónarhom
5) sosiologiskt-sálarfrøðiligt sjónarhom.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum fevnir um tveir partar:
a) eina munnliga bólkapróvtøku við støði í verkliga arbeiðnum. Próvhoyringartíðin er umleið 15 minuttir
fyri hvønn próvtakara
b) eina munnliga einstaklingapróvtøku í ástøðiliga arbeiðnum. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og
tá era vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 1,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
4.2 Próvtøkan fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, fevnir um:
a) eina próvtøkuframleiðslu í einum av teimum nýttu miðlunum, og
b) ástøðiligar gongdir við tilhoyrandi ástøðiligum tekstum. Bæði filmar og elektrónisku miðlamar skulu
verða umboðað í pensumuppgevingunum. Til tær ástøðiligu gongdimar skulu umframt miðlafram-
leiðslumar í minsta lagi 75 tekstasíður gevast upp.
4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, skulu sum próvhoyringarstøði í verk-
ligari miðlaframleiðslu leggja fram eina tilevnaða sjónbanda-/films- ella ljóð/dias-framleiðslu, sum í minsta lagi
er 5 minuttir til longdar. Hendan próvhoyringin er í staðin fyri bólkapróvtøkuna. Til próvtøkuna í ástøðiligari
miðlagreining verður tann sjálvlesandi/næmingurin eftir serligum treytum at geva upp í minsta lagi 3 ástøðilig-
ar gongdir. Bæði filmar og elektrónisku miðlamir skulu vera partar av uppgevingunum. Til tær ástøðiligu
gongdimar skulu umframt miðlaframleiðslumar í minsta lagi 125-150 blaðsíður gevast upp.
4.4 Allir hjálparmiðlar, eisini egnar uppskriftir, em loyvdir í fyrireikingartíðini, men ikki undir próvhoyringini.
Undir próvhoyringini kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir, sum era gjørdar í fyrireikingar-
tíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
4.5 Neyðugur útbúnaður (t.d. sjónbandaspælari og monitorar, 16 mm framvísari) skal vera tøkur í fyrireiking-
arhølinum og í próvtøkuhølinum. Próvtakarin skal sjálvur passa tólini.
4.6 Próvtøkan í verkligari miðlaframleiðslu (bólkapróvtøkan) og próvtøkan í ástøðiligari miðlagreining (ein-
staklingapróvtøkan) skulu haldast sama dag. Bólkapróvtøkan skal verða avgreidd áðrenn einstaklingapróvtøk-
una.
4.7 Próvtøkuframleiðslur, próvtøkuspumingar og próvtøkutilfarið skal sendast próvdómaranum í seinasta lagi
7 dagar fyri próvtøkudagin. Av praktiskum orsøkum kann tó víkjast frá hesi reglu, við at próvdómarin fær
møguligar ljóð/diasframleiðslur at síggja beint undan próvhoyringarbyrjan.
4.8 Støðið undir bólkapróvtøkuni er miðlaframleiðslan hjá bólkinum og innleiðandi framløgumar hjá bólkalut-
takaranum. Endurgevingamar úr miðlaframleiðsluni kunnu eftir ynski hjá bólkinum, próvhoyraranum ella
próvdómaranum vísast, meðan próvtøkan fer fram. Tað, sum eftir er av bólkapróvtøkuni, fer fram sum ein sam-
tala millum próvhoyrara, próvdómara og próvtakaramar. fgjøgnum samtalu og spumingar skal greiða fáast á
miðlatilvitanini hjá bólkaluttakaranum um framleiðslu teirra.