Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 46
194
Próvtøkan
10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
11.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er
umleið 30 minuttir. og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman,
íroknað próvdøming.
11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 70 normalsíður, sum fevna um í minsta
lagi 4 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella eitt teksta-
úrtak má í mesta lagi vera 25 normalsíður. Við tí uppgivna tilfarinum kann fylgja gjøgnumgingið myndatilfar.
11.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 140 normalsíður, sum fevna
um í minsta lagi 5 tekstir og temu. Tilfar lisið á kravdum stigi kann ikki vera partur av pensum. Ein tekstur ella
eitt tekstaúrtak má í mesta lagi vera 40 normalsíður. Við tí uppgivna tilfari kann fylgja myndatilfar.
11.4 í fyrireikingarrúminum skulu hesir hjálparmiðlar vera til taks: orðabøkur, mállærur og aðrar handbøkur,
sum próvtakarin hevur brúkt í undirvísingini. Harafturat koma rein eintøk av øllum uppgivnum tekstum, við
orðalistunum og viðmerkingum, sum hoyra til. Verður úrtak av einum størri, lisnum teksti givið upp ella úr ein-
um størri lisnum tema, skal allur tann lisni teksturin ella alt tað lisna temaið vera til taks. Próvtakarin kann hava
egnar uppskriftir við til fyrireikingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka
tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt
í dømingini.
11.5 Próvhoyrt verður í einum ólisnum prosabroti á 1,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt og 0,5 nor-
malsíðu úr tí lisna pensum. Ólisni teksturin skal hava regluteljing, og hann skal hava ein inngang á føroyskum/-
donskum. f umsetingarpartinum kunnu upp í 5-6 orðatýðingar verða tilskilaðar. Frásagnarparturin skal ongar
orðatýðingar hava, um ikki talan er um neyðugar realviðmerkingar ella sermerkt orð. 1/3 normalsíða av ólisna
tekstinum verður umsett, helst ffá byijanini í tekstinum. Restin verður í høvuðsheitum tikið saman um á før-
oyskum. Tað lisna tekstabrotið verður lisið upp og brúkt sum støði undir eini samtalu á fronskum. f samtaluni
verður greitt frá innihaldinum í tekstinum, sum verður sett í eitt teksttematiskt, mentanarligt ella søguligt høpi.
11.6 í dømingini av málførleikanum skal størri dentur verða lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin
málber seg, heldur enn á, um allir staklutir eru rættir. Dentur verður eisini lagdur á, at próvtakarin kann draga
fram og greina týðandi partar av tekstinum.
12. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
13.1 Til skrivligu próvtøkuna, ið er 4 tímar, fáa próvtakaramir útflýggjað ein nútíðarprosatekst á fronskum á
1,5-2 normalsíður, møguliga við ískoyti av myndatilfari. Próvtakarin skal umseta úr føroyskum/donskum og í
fríari, skrivligari frásøgn svara spumingum, ið em knýttir at tí útflýggjaða tilfarinum.
13.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir: Fronsk-donsk og donsk-ffonsk orðabók, sum í
vavi svara til reyðu orðabøkumar ffá danska Gyldendal, umframt ein fronsk-fronsk orðabók.
14. Givið verður 1 próvtal fýri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í hesum:
a) Umseting: Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir gmndleggjandi formlæm (morfologi) og setnings-
bygnað (syntaks) eins og týðandi orðatilfar.
b) Tekstfatan: Dentur verður lagdur á, at teksturin sum heild er skiltur, og at evnið verður lýst við greiðum
dømum úr franska tekstinum. Tað telur positivt, um próvtakarin kemur við sjálvstøðugum niðurstøðum, ið
byggja á tekstin.
c) Fría uppgávan: Dentur verður lagdur á, at próvtakarin kann skipa og greitt seta fram eitt innihald og mál-
bera seg á flótandi og einføldum fronskum máli.