Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 47
Studentaskúlakunngerðin
195
Fylgiskjal 12
Juli 1996
Føroyskt
Endamálið
1. Lærugreinin føroysk skal menna málsligu, fagurfrøðiligu, yrkisfrøðiligu, søguligu og bókmentasøguligu til-
vitsku næmingsins og styrkja sjálvsfatan hansara. Undirvísingin skal stimbra og menna hug næmingsins at
viðgera málsliga og listarliga skapan skynsamliga og vandaliga.
2. Endamálið er,
- at næmingurin fær heildarfatan av føroyskari mentan og teimum rákum, sum hava ávirkað hana
- at næmingurin mennir og stimbrar hugin at lesa og uppliva tekst
- at næmingurin mennir síni skapandi evni
- at næmingurin lærir um tekstaviðgerð og verður førur fyri at greina, fata og taka støðu til tekst
- næmingurin verður førur fyri munnliga og skrivliga at próvføra og taka støðu til ymisk sjónarmið
- at næmingurin verður eggjaður til at taka lut í kjaki á fólkaræðisligum grundarlagi bæði í skrift og talu
- at næmingurin styrkir kensluna av at vera føroyingur, norðbúgvi, evropeari og heimsborgari.
Undirvísingin
3.1 Tekstur og mál er grundarlag undir lærugreinini.
3.2 Tekstur er at skilja bæði sum fagrar bókmentir og yrkisbókmentir og fjølmiðlatekstir. Filmir, myndbond,
myndir og ljóðbond eru eisini sum tekstir at skilja. Sølulýsingar og tíðindamyndir eru sum fjølmiðlatekstir at
meta.
3.3 Verk er skaldsøga, sjónleikur, filmur ella savn av tekstum, sum eru settir saman eftir skaldskaparslag, evni,
tíðarskeiði ella høvundi. Verk, sett saman av fleiri tekstum, skal í minsta lagi telja 80 normalsíður, yrkingasavn
tó í minsta lagi 25 normalsíður.
3.4 Mynd, sum er lisin í flokkinum, telur 1 normalsíðu. Hvør undirvísingartími, sum burturav verður brúktur til
mynd- ella ljóðbandaundirvísing kann umroknast til 5 normalsíður. í mesta lagi 1/3 av verki kann verða mynd-
ella ljóðband.
3.5 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at lærugreinimar føroyskt og danskt stiðja hvør aðra.
Innihaldið í undirvísingini
Høvuðstættimir munnligt og skrivligt
4. Endamálið við munnliga og skrivliga táttinum er at læra næmingin at greina tekstir og tulka teir, at taka støðu
til innihald, snið og boðskap í teksti og próvføra fyri sínum sjónarmiðum bæði munnliga og skrivliga. Gjøgnum
orðaskifti um mál og málsligar spumingar skal tilvitska næmingsins um móðurmálið økjast og málburðurin skal
mennast bæði munnliga og skrivliga. Næmingurin skal við egnum framløgum og framførslum læra at bera sínar
hugsanir fram, og við at brúka ymsar skrivligar samskiftishættir gerast tilvitaður um, hvussu skrivað mál sum
amboð virkar.
Munnligi tátturin
5.1 Munnligi tátturin fevnir um:
- tekstagreining, tekstatulking, próvførslur og støðutakanir
- framløgur og leik
- orðaskifti um mál og málsligar spumingar
- málburð
Tekstagrundarlagið skal vera fjølbroytt í tíð, sniði og innihaldi. I minsta lagi 1000 normalsíður verða lisnar, t.
e. umframt høvuðsverkini verða lisnar í minsta lagi 500 normalsíður í samsvari við karmamar um tekst, evni
og tíðarskeið (sí 5.2 - 5.7). Næmingar og lærari avgera í felag, hvønn bólk høvuðsdentur verður lagdur á, tó so
at næmingamir skulu hava kunnleika til høvuðsskeið, høvuðsrák og høvuðstekstasløg.
Høvuðsverk
5.2 í minsta lagi 6 høvuðsverk skulu lesast. Høvuðsverkini skulu býtast javnt út á hálvumar. Eitt av høvuðsverk-
unum kann vera filmur ella myndaverk. í minsta lagi 3 høvuðsverk skulu vera upprunaføroysk. I mesta lagi 1
av verkunum kann lesast á øðmm norðurlendskum máli. I minsta lagi 1 høvuðsverk skal verða frá tíðini fyri
1900. f minsta lagi 3 skulu vera frá tíðini eftir 1900. í minsta lagi 2 høvuðsverk skulu vera frá tíðini eftir seinna
heimsbardaga. Verkini skulu umboða ymisk bókmentarák og ymisk tekstasløg.