Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 49
197
- í l.s í minsta lagi 4 long verkevni umframt ársroyndarverkevni
- í 2.s í minsta lagi 4 long verkevni
- í 3.s í minsta lagi 6 long verkevni umframt várroyndarverkevni og próvtøkuverkevni.
Støðisritgerðin
6.5 f l.s verður støðisritgerð skrivað við tí endamáli, at næmingurin lærir grundleggjandi:
- at skriva ritgerð
- at málbera seg skrivliga
- at finna fram tilfar
- at skipa tilfar
- at nýta keldutilfar
- at arbeiða innan fyri tíðar- og plássmark.
Evni og tilfar verða vald í samráð við læraran. Ritgerðin verður latin inn í seinasta lagi 1. februar og latin næm-
inginum aftur í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er latin inn. Hvør næmingur skal hava skrivliga eftirmeting av
ritgerðini, umframt at eftirmeting verður givin í felag í flokkinum. Støðisritgerðin skal vera í mesta lagi 6 mask-
inskrivaðar A4 síður við 1 1/2 reglugloppi og 12 punkt times.
Serritgerðin
6.6 Um undirvísingarlok í 2.s fær næmingurin 5 skúladagar at skriva serritgerð í føroyskum. Serritgerðin hevur
til endamáls, at næmingurin lærir:
- at arbeiða sjálvstøðugt við ávísum evni
- at taka støðu til og velja burturúr keldutilfari
- at skipa tilfar og lýsa evni, soleiðis at tað fær heildardám
- at viðgera tekstir eftir háttaløgum, brúkt í lærugreinini
- at próvføra, taka støðu og gera niðurstøðu
- at gera ávísingar og viðmerkingar
Evnisøkið verður valt í samráð við læraran. Evnið er avmarkað av teimum háttaløgum, nýtt verða í føroyskum.
Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt
í undirvísingini ella í støðisritgerðini frammanundan. Avmarkingar í evni, tíðarskeiði og háttalagi skulu vera
greiðar í verkevnisorðingini.
Sum einstaklingsverk má serritgerðin vera í mesta lagi 10 maskinskrivaðar A-4 síður við 1 1/2 regluglopp. 2 -
3 næmingar kunnu skriva ritgerðina saman, men tá krevst: a) at avrikið er 18-20 A-4 síður við 1 1/2 reglugloppi
og b) at hvør næmingur, umframt felagsavrik, hevur ábyrgd av ávísum parti, sum støðumet hansara verður grun-
dað á.
Serritgerðin verður mett, og hetta met telur 2/3 av skrivliga ársroyndarmetinum. Arsroyndarmetið í málkunn-
leika telur 1/3 av skrivliga ársroyndarmetinum. Serritgerðin verður latin næminginum aftur, tá ið skúlaárið end-
ar.
Høvuðsuppgávan
7.11 høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at bera
øðrum tað innlit, hann hevur ognað sær.
7.2 Uppgávuevnið og háttalagið skulu vera innan fyri karmamar um lærugreinina. Evnið kann vera framhald av
tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini, støðisritgerð-
ini ella serritgerðini frammanundan.
7.3 Dømingin verður grundað á heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt týdningarmestu tættimar í
valda evninum, og hvussu svarið er skipað, viðgjørt og orðað.
Málkunnleiki
8.1 Næmingurin skal gjøgnum munnligar og skrivligar venjingar læra føroyska orðalagslæm, formlæru og
ljóðlæm. Næmingurin skal vera fømr fyri at greina setning úr nútíðarføroyskum niður á orðastøðið og greiða
frá høvuðsljóðbroytingum frá norrønum til føroyskt við støði í norrønum teksti.
Kravdur málkunnleiki
8.2 Undirvísingin í málkunnleika er býtt í tvey stig. l.s og 2.s em tíðarkarmar um fyrra stig, 3.s um seinna.
I fyrra stigi krevst, at næmingurin fær hollan kunnleika um orðalagslæru, formlæm, Ijóðlæm og málsøgu, og at
hann við hesum kunnleika er fømr fyri at greina setningar, greiða frá høvuðsljóðbroytingum frá norrønum til
føroyskt og er fømr fyri at taka støðu til málrøktarspumingar.