Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 57
205
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 14
Juli 1996
Grikskt
Endamálið
1. Endamálið er:
a) at næmingamir fáa førleika at lesa og umseta grikskar tekstir og at meta um og lýsa umsetingar,
b) at næmingamir samantvinna ta ítøkiligu málinnlæringina við eina neyvari vitan um samfelag og mentan, ið
vóm grundarlag fyri tekstimar, og á henda hátt fáa fatan av sambandinum millum mál- og mentanartilognan
c) at næmingamir gjøgnum tulking av høvuðsverkum í grikskum bókmentum, heimspeki og list skilja griksku
fomøldina sum eina søguliga eind og sum støði undir evropeiskum mentanararvi, og
d) at næmingamir gjøgnum menning av málsligari og søguligari tilvitan síggja sambandið millum grikskt og
aðrar læmgreinar á studentaskúlanum og gerast førir fyri at fáa gagn av kunnleika teirra til fortíðina sum
grundarlag fyri at skilja nútíðina.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fer fram við støði í grikskum uppmnatekstum. Lisnar verða umleið 110 normalsíður. I staðin
fyri í mesta lagi 35 síður av uppmnateksti kann lesast tað dupulta síðutalið av tillagaðum tekstum ella í mesta
lagi 10 síður av eftirgjørdum teksti. Bæði prosa og poesi em partar av pensum, og skulu tey hvør sær fevna um
í minsta lagi 1/3 av pensum. Harumframt verða í minsta lagi 300 síður lisnar í umseting.
2.2 Pensum verður sett saman soleiðis, at næmingamir fyrst og fremst fáa kunnleika um tekstasløg og rithøv-
undar, sum era avgerandi fyri fatanina av lívinum og hugmyndaheiminum í griksku fomtíðini í tíðarskeiðinum
frá Homer til Aristoteles.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um
a) morfologi, syntaks, semantikk og málsøguligar eygleiðingar,
b) nýtslu av hjálparmiðlum í læragreinini: orðabøkur, mállæmr, viðmerkingar, handbøkur, edv o.a.,
c) tulking, sum sýnir tekstin í søguligum høpi, og sum ger hann skiljandi fyri næmingamar við støði í teirra
fortreytum,
d) lýsing og tulking av fomfrøðiligum tilfari.
3.2 Undirvísingin verður løgd til rættis, soleiðis at arbeiðið við bæði tekstum og fomfrøðiligum tilfari miðar
ímóti eini heildarfatan.
3.3 Skrivliga arbeiðið fevnir um hesi øki:
a) morfologiska og syntaktiska greining,
b) samanbering av uppmnateksti og parallelumseting, hemndir at gera altemativa umseting,
c) tekstaviðmerking og evnisviðgerð.
3.4 Ein partur av skrivligu venjingunum verður gjørdur í tilknýti til teir tekstir, sum næmingamir arbeiða við í
munnligu undirvísingini. f 2. studentasskúlaflokki skulu teir lata inn 8 fríar uppgávur á umleið 0,5-1,5 síðu ella
17 minni uppgávur á umleið 0,5 síðu, tó soleiðis at í minsta lagi 1/3 av samlaðu uppgávunøgdini skal vera fríar
uppgávur. I 3. studentaskúlaflokki skulu latast inn 14 kommenteringsuppgávur á 1-1,5 síðu.
3.5 Arbeiðið við høvuðsuppgávuni skal liggja innan karmamar av endamálsorðingini fyri læmgreinina grikskt.
Uppgávuheitið skal hava í sær eina ávísing um undirbókmentir, sum geva næminginum møguleika at greiða frá
einum greiðsluevnisøki, og hjálagt skal vera eitt skjal við grikskum uppmnateksti á umleið 2 normalsíður, so-
leiðis at næmingurin gjøgnum eina greining av tekstaskjalinum kann geva eina meting av greiðsluevnisøkinum.
Próvtøkan
4. Hildnar verða ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
5.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
5.2 Næmingar, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp sum próvtøkupensum 60 normalsíður,
javnt býttar millum lisnu uppmnatekstimar. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1
normalsíða. Uppgivið verður haramframt eitt úrval av eyðkendum verkum frá grikskari mynda- og byggilist.