Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 58
206
5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er umleið 110
normalsíður av upprunateksti. Verður skanderað poesi givin upp, verða 25 ørindi roknað sum 1 normalsíða.
Uppgivið verður harumframt eitt úrval av eyðkendum verkum frá grikskari mynda- og byggilist.
5.4 Próvtakarin hevur í fyrireikingarhølinum atgongd til rein eintøk av øllum bókum og ljóstøkum, sum hava
verið brúkt í undirvísingini. Loyvt er eisini at hava egnar uppskriftir við í fyrireikingarhølinum. Egnar uppskrift-
ir fevna um tær umsetingar, sum próvtakarin sjálvur hevur gjørt og skrivað niður. Einans tær uppskriftir, próv-
takarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, kunnu takast við til próvhoyringina. Sum uppskriftir verður roknað um-
seting av orðum og einstøkum orðingum, men ikki umseting, ið er skrivað í fyrireikingartíðini, av øllum próv-
tøkutekstinum ella av pørtum av honum.
5.5 Próvhoyringin fevnir um upplestur, umseting, málsliga greining og innihaldsfatan av einum tekstabroti upp
á umleið 0,5 normalsíðu. Próvtøkuspumingamir mugu ikki innihalda vegleiðandi spumingar ella yvirskriftir.
Próvtakarin skal sjálvur skipa svarið upp á próvtøkuspumingin, soleiðis at próvhoyringin fer fram í tí raðfylgju,
próvtakarin velur. Allur próvtøkuteksturin skal umsetast. Umsetingin skal vera tekstatrúgv á munnrøttum før-
oyskum og skal vera sjálvstøðugt avrik hjá próvtakaranum. Tá umsetingin er liðug, velur próvhoyrarin eitt ella
tvey brot úr próvtøkutekstinum, har próvtakarin skal roynast í málsligari greining. Krøvini, sum verða sett til ta
málsligu greiningina em hesi: kompleks syntaks møguliga við ymiskum greiningum, stakroyndir í morfologi,
sambandið millum mállæru og semantikk (og millum føroyskt og grikskt). Próvtakarin skal greiða meining og
innihald í tekstabrotinum umframt tað høpið, tekstabrotið er partur av, umframt bakgmndina hjá tekstinum og
sambandið millum hann og hitt pensumið.
5.6 Próvhoyrt verður í myndatilfari, sum verður lagt fyri próvtakaranum. Próvtakarar og próvhoyrari kunnu gera
av, at tilfar, sum ikki hevur verið viðgjørt í undirvísingini, verður lagt ffam til próvtøku. Byggitekningar og end-
urreisingar em ikki myndatilfar. Tilfarið, ið verður lagt fyri próvtakaran, skal lýsast, dagfestast og setast í størri
høpi.
6. Givið verður 1 próvtal fyri alt avrikið. Tá ið próvtalið verður givið, skal høvuðsdenturin leggjast á teksta-
brotið, men avrikið í myndatilfarinum skal týðiliga ávirka ásetanina av endaliga próvtalinum.
7.1 Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og fevnir hon um eina málsliga og eina innihaldsliga viðmerkingampp-
gávu. Við støði í einum grikskum uppmnateksti á í mesta lagi 1,5 normalsíðu, og við parallelumseting og
myndatilfari sum uppískoyti, skal próvtakarin svara hesum:
a) greiningamppgávur: formstaðfesting, greining av liðum, og greining av heildarsetningum
b) umsetingamppgávur: staðfesting og meting av brotum í parallellumsetingini, umframt uppskot til eina
meiri orðarætta umseting av einum broti (umsetast sum eftirlit)
c) tulkingamppgávur: tekstaviðmerkingar, evnisviðgerð og myndagreining.
7.2 Greiningar- og umsetingaruppgávumar em kravdar. Av tulkingamppgávunum verða 4 svaraðar, av hesum
er 1 kravd.
7.3 Próvtakaranum er loyvt eftir egnum vali at hava við sær mállærar og orðabøkur, t.d. úr grikskum til eitt
nútímans fremmandamál, tá bert orðabøkumar í vavi svara í minsta lagi til Berg: Græsk-dansk Ordbog. Real-
leksika em ikki loyvd.
8. 011 trý uppgávusløgini verða mett javnt í próvdømingini. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við
støði í øllum avrikinum.