Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 75
223
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 20
Juli 1995
Religión
Endamálið
1. Endamálið er at lýsa religiónir í fortíð og nútíð. Undirvísingin miðar ímóti, at næmingamir
a) fáa kunnleika um kristindóm, aðrar religiónir, religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í fortíð og nútíð í sam-
bandi við verðsliggeringina
b) fáa førleika at greina og tulka dokumentariskt tilfar av ymsum slagi, sum lýsir hugmyndir og fyribrigdi í
religiónum og lívsfatanum, og
c) menna fjølbroytt og umhugsað innlit í, hvønn týdning, religión og lívsfatan hava í mentan og søgu.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fevnir um hesi religiónsvísindaligu øki:
1) Religión hjá náttúrufólki, har dentur verður lagdur á at lysa eitt ávíst fólk ella ein ávísan ættarbólk (15-20%).
2) Kristindóm (30-35%).
3) Eina av hesum religiónum: jødadóm, islam, hinduismu, buddhismu, kinesiska ella japanska religión (20-
25%).
4) Religiónsfilosofi, etikk og lívsfatanir í nútíðini (15-20 %).
2.2 Evnislestur
í mesta lagi 20 prosent av samlaðu undirvísingartíðini kann nýtast til sjálvvald evni innan eitt ella fleiri øki undir
2.1.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 í undirvísingini verða átrúnaðarlig, heimspekilig og siðmenningarlig fyribrigdi og hugtøk viðgjørd, sum
lýsa heimssýni, gudssýni, náttúrusýni, samfelagssýni og menniskjasýni. Sambandið millum átrúnað og mentan
verður lýst, og víst verður á tann týdning, átrúnaður og lívsfatan hava politiskt, samfelagsliga og sálarliga.
3.2 Hvør einstøk undirvísingargongd skal lýsa átrúnað og lívsfatan bæði í fortíð og nútíð. Undirvísingartilfarið
skal fevna bæði um klassiskar og nýggjari tekstir. Myndir, filmir, sjónbond og annað hóskandi tilfar kann eisini
nýtast.
3.3 Teld kann takast við í undirvísingini, um hetta hevur fakligar og pedagogiskar fyrimunir.
3.4 100-150 síður av tekstum verða lisnar. Bakgrundstilfar verður eisini lisið í tann mun, tað er neyðugt. Hvør
pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður í lesi-
pensum, tó í mesta lagi 25 síður.
3.5 Um audiovisuelt tilfar er við í próvtøkupensum, skulu næmingamir hava atgongd at síggja hetta tilfar í próv-
tøkuskeiðinum og í fyrireikingartíðini til próvtøkuna, og møguleiki skal vera fyri at síggja brot burturúr tí við
próvhoyringina.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna lesipensum, neyðuga bak-
grundstilfarið og møguligt audiovisuelt tilfar.
4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 150 síður av tekstum, írokn-
að audiovisuelt tilfar og í minsta lagi 200 síður av bakgrundstilfari. Tekstimir verða býttir millum økini sam-
svarandi 2.1, tó í minsta lagi 20 síður av teksti í hvørjum øki.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini em tekstsøvn, læmbøkur og annað tilfar, ið nevnt er í lesipensum
og egnar uppskriftir, umframt orðabøkur og handbøkur. Undir próvhoyringini er próvtakaranum loyvt at nýta
egnar uppskriftir, hann hevur skrivað í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki posi-
tivt í dømingini.