Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 94
242
21.4 f fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: læribøkur og annað tilfar við tilknýti til lesipensum,
heruppií egnar uppskriftir og roknitekniskir hjálparmiðlar.
21.5 Hvør próvtakari fær ein spuming. Spumingurin verður orðaður soleiðis, at tað verður møguligt at eftirmeta
bæði evni próvtakarans sjálvstøðugt at leggja fram part av einum serstakum evni og yvirlit próvtakarans yvir
eitt fakligt øki. Undir próvhoyringini skal próvtakarin bæði hava høvi at leggja fram ein avmarkaðan part av
spuminginum og at taka lut í samtalu við próvhoyraran. Herundir til dømis at gera viðmerkingar til fylgiskjøl
ella loysa uppgávur.
21.6 Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.
22.1 Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur em valuppgávur. f
raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur skulu latast inn til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar
inn, verður í dømingini sæð burtur frá teimum, sum standa síðst. Uppgávumar verða settar innan høvuðsevnini.
Skúlafyrisitingin sendir út leiðbeinandi dømi um próvtøkuuppgávur.
22.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a) Støddfrøðiligt formlasavn, málslig deild, kravt stig, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent. Verður útflýggj-
að á skúlanum, tá ið próvtøkan byijar.
b) Góðkendur roknari, sum próvtakarin hevur við.
c) Talvuverk, fevnandi um binomialbýti. Verður útflýggjað á skúlanum ella próvtakarin hevur tað við.
d) Millimeturpappír og einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum
eftir áheitan.
22.3 Tá ið uppgávumar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í
svarinum og á, at rætt er roknað, og at skilagóðir mátar eru nýttir. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heild-
armeting.
Málslig deild
Hástig
Endamálið
23. Endamálið er,
a) at geva næmingunum innlit í nakrar støddfrøðiligar meginreglur, støddfrøðiligan hugsanar- og arbeiðshátt,
b) at næmingamir fáa hollan kunnleika til støddfrøðina sum eitt amboð, ið kann verða brúkt at orða, greina og
loysa uppgávur innan mong øki, og
c) at fyrireika til hægri lestur, har støddfrøði verður nýtt.
Undirvísingin
24.1 Undirvísingin skal miða ímóti, at næmingamir fáa almennan kunnleika og vitan um støddfrøði, og eisini
støddfrøðiligan førleika, sum kann verða teimum til gagns í framhaldandi lestri. Næmingamir skulu arbeiða
víðari á tí grundarlagi, teir hava, og skulu fáa innlit í deduktivu náttúmna í støddfrøðini; hetta verður gjørt við
at arbeiða við argumentatión og próvførslu. Næmingamir skulu fáa hollan kunnleika til, hvussu vit í stødd-
frøðini kunnu áseta heiti, at vísa seg leys av vemleikanum ella gerandisdegnum (abstrakt) og skilja, hvussu hesi
heiti verða nýtt sum eitt serstakt mál, har torgreiddir spumingar kunnu verða settir greitt upp við støddfrøðilig-
um heitum og formlum. Teir skulu gerast førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um støddfrøðiligar
spumingar, og teir skulu venjast til próvførslu. Næmingamir eiga eisini at lesa støddfrøðiligar tekstir á fremm-
andum máli.
24.2. Skrivligt arbeiði er partur av undirvísingini. Næmingamir lata inn 25 uppgávurøð, sum lærarin rættar og
ger viðmerkingar til. Hvørt raðið skal í arbeiðsbyrðu svara til 50%-100% av einum próvtøkuraði. Skrivligu upp-
gávumar kunnu vera smáar venjingamppgávur ella meiri samansettar, størri uppgávur. Næmingamir kunnu eis-
ini lata inn skrivliga frágreiðing um avís evni. Tílík sløg av skrivligum uppgávum kunnu koma í staðin fyri eitt
ella fleiri uppgávurøð.
24.3. EDV skal verða nýtt í undirvísingini, eitt nú forrit til loysn av líkningum, ella onnur forrit, sum kunnu
nýtast at læra faklig hugtøk og háttaløg.