Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 96
244
29.1 Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Roknað verður eitt uppgávurað. Nakrar uppgávur eru valuppgávur. í
raðnum stendur, hvussu nógvar valuppgávur skulu latast til dømingar. Verða ov nógvar valuppgávur latnar inn,
verður í dømingini sæð burtur frá teimum, sum standa síðst. Uppgávumar verða settar innan høvuðsevnini.
Skúlafyrisitingin sendir út leiðbeinandi dømi um próvtøkuuppgávur.
29.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a) Støddfrøðiligt formlasavn, málslig deild, hástig, sum Skúlafyrisitingin hevur góðkent. Verður útflýggjað á
skúlanum, tá ið próvtøkan byrjar.
b) Góðkendur roknari, sum próvtakarin hevur við.
c) Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini og dupultlogaritmiskt pappír við
2 tíggjundum á útásini og 3 á uppásini. Verður útflýggjað á skúlanum eftir áheitan.
30. Tá ið uppgávumar verða dømdar, verður dentur lagdur á, at hugsanarháttur próvtakarans týðiliga sæst í svar-
inum og á, at rætt er roknað, og at skilagóðir mátar em nýttir. Givið verður 1 próvtal við støði í einari heild-
armeting.
Studentaskúlakunngerðin
Søga við samfelagskunnieika
Endamálið
Fylgiskjal 26
Juli 1996
1. Endamálið er:
a) at geva næmingunum bæði holla søguliga tilvitan og samstundis miða eftir, at teir verða førir fyri at ímynda
sær søgugongdina, og við tilfari og undirvísing at miða eftir at styrkja samleikan hjá næmingunum við at
geva teimum hollan kunnleika um mentanarbakgmnd sína, og soleiðis gera teir førar fyri at gera grein á
samfelagsviðurskiftum og at meta um møguleikar sínar at ávirka samfelagsgongdina,
b) at næmingamir fáa yvirlit yvir søguligu gongdina, fáa innlit í viðurskifti í ymsum samfeløgum og mentan-
arøkjum og fata søgulig sambond og samspælið millum einstakling og samfelag,
c) at næmingamir fáa kunnleika um ymsar áskoðanir viðvíkjandi søgugongdini og duga at arbeiða við ymsum
søguligum spumingum og Qølbroyttum søguligum tilfari og duga at meta um søguskriving, og hvussu søgan
verður nýtt, og
d) at næmingamir fáa innlit í viðurskifti, ið em týdningarmikil í nútíðar samfelagslívi við høvuðsdenti á tað
føroyska samfelagið og sostatt verða førir fyri at arbeiða við samfelagsfakligum tilfari.
Undirvísingin
2. Arbeiðstíðin verður býtt sundur soleiðis, at 80% av tíðini verður nýtt til søguundirvísing og 20% til samfel-
agskunnleika.
Innihaldið í undirvísingini
Søga
3.1 Heimssøgan verður lisin í stómm brotum við serligum denti á søgu Evropa. Søgugongdin eftir 1945 verður
viðgjørd væl og virðiliga og sæð í alheimshøpi.
3.2 Føroya søga fyri 1945 verður viðgjørd. Føroysk samtíðarsøga eftir 1945 verður lisin soleiðis, at næmingar-
nir eisini lesa um og skilja søguligu fortreytimar fyri føroyska nútíðarsamfelagnum.
3.3 Tilfarið verður valt á tann hátt, at føroyska og evropeiska mentanarbakgmndin verður viðgjørd soleiðis, at
samspælið millum einstaka menniskjað og samfelagið verður lýst.
3.4 Søguliga gongdin skal verða lisin soleiðis, at hesir niðanfyri nevndu tættir og sínámillum samanhangur teirra
em partar í arbeiðinum:
a) politisk viðurskifti og altjóða viðurskifti,
b) framleiðsla og búskapur,
c) lívskor, familjuviðurskifti og sosialar bólkingar, og
d) tilvemtulkingar og sýningarhættir teirra