Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Qupperneq 99
Studentaskúlakunngerðin
247
Fylgiskjal 27
Juli 1996
Teldufrøði
Endamálið
1. Endamálið er, at næmingamir
a) fáa teldufrøðiligt innlit, sum sambindur verkligan førleika, ástøðiliga fatan og almenna vitan,
b) ogna sær teldufrøðiligt hugtaksamboð til at lýsa og fata informatiónsviðgerð við,
c) fáa kunnleika og førleika at loysa greiðsluevni við teldufrøðiligum háttaløgum,
d) fáa kunnleika til dømi um ymisk teldufrøðilig brúksøki, og
e) gerast førir fyri at orða seg skrivliga og munnliga um teldufrøðilig evni.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin skal menna hugsanarevni og skapanarevni næminganna. Teldufrøðiundirvísingin skal setast
í samband við brúkaraskeiðið í almennari edv-undirvísing, har næmingamir gerast vælvitandi um teldur skúl-
ans og fáa innlit í gmndleggjandi teldufrøðilig hugtøk. I teldufrøðiundirvísingini verður kunnleikin til teldu-
frøðilig hugtøk, ástøði og háttaløg øktur, og hvussu hesi verða brúkt, eisini við atliti at framhaldandi útbúgving-
arroyndum.
2.2 Næmingamir skulu hava møguleika at brúka ymisk sløg av telduforritum og teldu- skipanum á slíkan hátt,
at arbeitt verður við teimum bæði ástøðiliga og handaliga. Undirvísingin skal geva næmingunum eina røð av
grundleggjandi teldufrøðiligum hugtøkum, háttaløgum og arbeiðshættum, umffamt royndir í at nýta hesi at
loysa ítøkiligar spumingar.
2.3 Undirvísingin skal fevna um bæði verkliga og ástøðiliga partin í lærugreinini. Verkligi parturin skal gera
næmingamar vælvitandi um teldumar, so teir kunnu svara ítøkiligum teldutøkniligum greiðsluevnismálum.
Tann ástøðiligi parturin skal veita næmingunum kunnleika til ymisk grundleggjandi hugtøk, háttaløg og ar-
beiðshættir í arbeiðinum við almennum teldufrøðiligum greiðsluevnismálum. Meðan tað verkliga innihaldið í
undirvísingini verður greinað í sambandi við einstøku evnini í undir- vísingini, hevur undirvísingin eitt yvir-
orðnað, ástøðiligt háttalag, sum dýpist úr einari breiðari frásjón. Innihaldið fevnir um hugtøkini informatión,
bygnað, tilgongd og frymil.
2.4. Grundleggjandi evni í læmgreinini:
1) Greiðslusvarið fevnir um ta arbeiðstilgongd, ið snýr seg um at skipa og formfesta ein ítøkiligan greiðsluevn-
issetning við atliti at einari loysn og við hjálp av hóskandi telduamboðum.
2) Forritan fevnir um at gera forrit á einum vælskipaðum høgum forritsmáli, hemndir brúk av (hierarkiskum)
bygnaðum av forritsmótlum.
3) Bygnaðurin í telduni fevnir um sjálvan bygnaðin og tilgongdimar í henni.
Samanlagt umboða hesi trý økini eina framtøku gjøgnum ymisk stig, sum flyta næmingamar frá einari
óskipaðari støðu til ítøkiliga vemieika teldunnar.
4) Telduforrit og mál viðgera forritsmál og natúrlig mál og sambandið teirra millum. Hetta økið er á tí yvir-
orðnaða støði, og undirvísingin ger sjónligt nakrar gmndleggjandi avmarkingar í møguleikunum at brúka
teldu.
5) Valfría evnið kann skipast eftir fortreytum og áhuga hjá lærara og næmingum. Hetta økið gevur t.d. møgu-
leika at halda á við at arbeiða við teimum táttum á økjum, sum lærari og næmingar halda vera mest áhuga-
verd.
2.5 Nøkur tíðarskeið skulu næmingamir arbeiða sjálvstøðugt við ítøkiligum greiðsluevnum, sum skulu enda við
5 skrivligum frágreiðingum. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingamar. Restin av undirvísingini
fevnir um smærri venjingamppgávur.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Greiðsluevnissetningar (uml. 15% av undirvísingartíðini). Undirvísingin leggur fyri við hesum øki. A
henda hátt fáa næmingamir gmndarlagið fyri framhaldandi arbeiði á hinum økjunum í læmgreinini. Gjøgn-
um verkligt arbeiði, har næmingamir brúka teldulig amboð, skulu næmingamir gera ítøkiligar royndir við
greiðsluevnisorðingum og formfesti. Hetta fer fram í eini undirvísingargongd, sum tekur støði í einari óskip-
aðari støðu og endar við eini loysn av einari ella fleiri formfestum uppgávum. Vald verða annaðhvørt eitt
felags yvirorðnað evni fyri verkætlanina ella ymisk evni. Arbeiðið við evninum (evnunum) skal enda við
einum ikki-gerandisligum úrsliti, sum kann gerast vemleiki við hjálp av sama telduliga amboði.