Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Qupperneq 102
250
2.3 í samanspæli verður arbeitt við reinum ljóðførisstykkjum ella við blandaðum sang- og ljóðførisstykkjum. í
tónleikaíðkanini kann eisini annað verkligt virksemi takast við til tess at menna skaparevni næminganna. her-
undir eisini nýtsla av nýggjari tónleikatøknifrøði.
Tónleikafatan
2.4 Við støði í tónleikinum og í uppliving av hesum verður arbeitt við tónleikaligu grundlutunum og við grein-
ingarligum, søguligum, sálarfrøðiligum og samfelagsligum sjónarhomum. Dentur verður lagdur á at geva næm-
ingunum grundleggjandi vitan og málnýtslu sum neyðugt gmndarlag fyri at fáast við tónleik saman við øðmm.
2.5 Arbeitt verður við einum breitt samansettum pensum, sum fevnir um í minsta lagi 15 tónleikastykki og í
sambandi við hesi 50 normalsíður av teksti. í minsta lagi 5 tónleikastykki skulu vera frá tíðini undan umleið
1900, og í minsta lagi 5 frá tíðini eftir umleið 1900. Nakað av pensum eigur at savna seg um eitt ella fleiri temu.
2.6 Um skúlin gevur undirvísing í evning og undirvísing tí bert verður givin í tónleiki í 1,5 tímar um vikuna í
miðal alt skúlaárið, verða tølini, nevnd ípkt. 2.5, broytt soleiðis: pensum verður í minsta lagi 7 tónleikaverk og
í hesum sambandi 20-25 síður av teksti. I minsta lagi 2 verk skulu vera frá tíðini undan umleið 1900, og í minsta
lagi 2 verk skulu vera frá tíðini eftir umleið 1900.
2.7 Hoyrilæra er partur av tónleikaíðkanini og tónleikafatanini í tann mun, hildið verður neyðugt.
Miðstig
Endamálið
3. Endamálið við undirvísingini er,
a) at næmingamir framhaldandi menna teirra áhuga, hugsavningarevni og ansni fyri tónleiki, umframt teirra
hug, álit og evni til saman við øðrum at syngja, spæla, lurta og tosa um tónleik,
b) at næmingamir gjøgnum uppliving og nýtslu av tónleiki fáa størri fatan av tónleiki sum framsagnarhátti fyrr
og nú, og
c) at næmingamir við virkið og meiri nágreiniliga at fáast við tónleik og sang dýpa vitan sína um tónleik og
tey høpi, hann er partur av, soleiðis at teir koma til eina djúpari fatan av egnum samleika, søguliga, sosialt
og sálarfrøðiliga, og økja um møguleikar sínar fyri egnum og felags leiki.
Undirvísingin
4.1 Tónleikur sum vallærugrein á miðstigi byggir á og mennir framhaldandi tey bæði á kravdum stigi: tónleika-
íðkan og tónleikafatan.
Tónleikaíðkan
4.2 Arbeitt verður við einum pensumi, sum fevnir um 15 einraddaðar sangir og við fleirraddaðum sangi. Dent-
ur verður lagdur á, at næmingamir tilvitað arbeiða við raddamýtslu. Arbeitt verður hammframt í bólkum við
ljóðfømm í blandaðum raddar- og ljóðførisstykkjum, møguliga í reinum ljóðførisframførslum. í sambandi við
bólkaframførslur skal skúlin útvega neyðug venjingarhøli.
43 Nýtslan av nýggjari tónleikatøknifrøði kann verða tikin við. Breidd í tónleikastíli og tónleikasløgum má
tryggjast.
Tónleikafatan
4.4 Arbeitt verður gjølla við einum pensum, sum fevnir um í minsta lagi 10 verk ella sjálvstøðugar einkultsats-
ir og í sambandi við hetta umleið 100 normalsíður av teksti.
4.5 Pensum fevnir um tvey evnisøki, annað skal vera eftir ár 1900 og heilt ella lutvist fevna um tónleikanýtslu
í elektrónisku miðlunum (útvarp, plátuspælari, sjónvarp/sjónbond, nýggj tónleikatøknifrøði). Ein styttri ljóð-
framleiðsla sum t.d. band við fylgispæli, sjálvstøðugt tónlistaverk kann koma í staðin fyri í mesta lagi 3 verk og
35 normalsíður. Ljóðframleiðslan skal verða fylgd av einari skrivligari frágreiðing og skal nýtast sum støði und-
ir einum ella fleiri próvtøkuspumingum. f mesta lagi 6 næmingar kunnu arbeiða saman um eina ljóðframleiðslu.
4.6 Hoyrilæra er partur av tónleikaíðkanini og tónleikafatanini, í tann mun hildið verður neyðugt.
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum fevnir um tveir partar: tónleikafatan og tónleikaíðkan. Til próv-
tøkuna í tónleikafatan er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað.