Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 108
256
Høvuðsuppgávan
9.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skal liggja innan karmamar í lærugreinini. Økið kann vera framhald
av tí, sum arbeitt hevur verið við í valbólkinum, men tað ber ikki til beinleiðis at skriva um teir tekstir, sum val-
bólkurin hevur lisið.
9.2 Grundbókmentimar og ein partur av stuðulsbókmentunum verða lisnar á týskum.
9.3 Svarið verður vanliga skrivað á føroyskum, men kann skrivast á týskum, um tað er ein fyrimunur fyri
næmingin. Verður svarið skrivað á týskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á týskum. At skrivað verður
á týskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini. Sitat skulu skrivast á uppruna-
málinum.
Próvtøkan
10. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
11.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
11.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 60 og í mesta
lagi 80 normalsíður, sum svarar til umleið helvtina at lisnum pensum, býtt yvir fleiri tekstir, sum umboða bæði
ymisk fagurbókmentalig og yrkisbókmentalig tekstasløg.
11.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama
sum lesipensum, ið svarar til umleið 140 síður.
11.4 í fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks til próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, hemppií prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu hammframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum upp-
givnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em loyvdir,
heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállæmr, alfrøði o. tfl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum,
brúktir í ljóstøkum, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at
orð, viðmerkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í uppmnaútgávuni. Til tess
at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireik-
ingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
11.5 Hoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi upp á uml. 3/4 síðu, sum próvdóma-
rin hevur valt. Síðan verður hoyrt í einum broti úr uppgivnu teksmnum á uml. 0,5 normalsíðu.
1) Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst umsetur próvtakarin umleið helvtina av tekstin-
um til føroyskt. Síðan verður próvtakarin við samtalu á føroyskum próvhoyrdur í fatan síni av øllum tekst-
inum. Próvhoyrarin ger av frammanundan, hvør helvtin skal umsetast, og sigur próvtakaranum hetta beint
fyri fyrireikingartíðina.
2) Brotið úr teimum uppgivnu teksmnum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týsk-
um, sum skal kanna málførleikan og tekstainnlit próvtakarans.
12.1 í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin
málber seg.
12.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
13.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum varir 4 tímar, fáa próvtakaramir eitt tekstatilfar á týskum. í sambandi við
tekstatilfarið skulu uppgávur av ymiskum slagi svarast, heruppií ein stutt umseting úr føroyskum/donskum til
týskt.
13.2 Til skrivligu próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: ein týsk-donsk/(føroysk) og ein (føroysk)/donsk-
týsk orðabók, sum í vavi eru sum reyðu orðabøkumar hjá danska Gyldendal (hemppií donsk-týsk orðabók hjá
Munksgaard) umframt ein týsk-týsk orðabók, donsk-føroysk og føroysk-donsk orðabók. Eingir aðrir hjálpar-
miðlar em loyvdir, heldur ikki serorðabøkur (t.d. stflaorðabøkur) ella orðabøkur við mállæmbrotum á føroysk-
um/donskum.
14. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.