Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 109
257
Týskt framhaldsmál
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna munnliga og skrivliga málførleikan,
b) at næmingamir verða førir fyri at málbera seg á flótandi og natúrligum týskum,
c) at næmingamir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og
d) at næmingamir í hesum sambandi fáa økt teirra innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfelagslig viður-
skifti í týskttalandi londum, serliga í sambandslýðveldinum Týsklandi.
Undirvísingin
2.1 Næmingamir skulu í støðugari framtøku og við skiftandi arbeiðsháttum menna evnini at lesa tekstir av
ymiskum slagi og duga at próvføra sjónarmið í orðaskifti við tekstimar. Teir skulu harafturat framvegis venjast
bæði at skilja týskt sum tað kemur fyri í samtalu og verður endurgivið í fjølmiðlum, og sjálvir málbera seg flót-
andi, natúrliga og nøkulunda rætt.
2.2 Undirvísingin skal leggjast til rættis, soleiðis at hon er eitt natúrligt framhald av arbeiðinum á undanfamu
stigum.
2.3 Undirvísingin skal fara fram við støði í óviðgjørdum týskum tekstum, styðjað av AV-tilfari, t.d. ljóðbondum,
filmum, sjónbondum, edv.
2.4 Næmingamir skulu hava undirvísing í notatteknikki og hóskandi brúki av orðabókum. í sambandi við tekst-
lesturin skulu næmingamir hava undirvísing í sjálvstøðugari handbókanýtslu.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 225 normalsíður og mesta lagi 325 normalsíður. Pensum fevn-
ir um fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir. Teir fagurbókmentaligu tekstimir skulu serliga vera frá
tíðini eftir 1914, men tekstir frá eldri tíðarskeiðum skulu vera umboðaðir í so stóran mun, at talan ikki bert er
um formliga umboðan.
3.2 Pensum skal vera fjøltáttað og umboða ymisk tekstasløg, hemppií frásøguskaldskap, leiklist og yrkingar, og
fevna um ymisk sløg av yrkisbókmentum (t.d. tilfar úr dagbløðum, tíðarritum, yrkisbókmentum). I pensum skal
vera tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at viðgera ymiskar partar av mentanini í týskttalandi
londunum úr søguligum og nútíðarligum sjónarhomi, og sum um somu tíð geva næmingunum eina fjøltáttaða
og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum. Á í minsta lagi einum øki skal eitt breiðari gmndað innlit fáast
í eitt ritverk, eitt evni ella eitt tíðarskeið. Økið skal skrivast fyri seg á pensumuppgevingunum.
3.3 í lesipensum kunnu vera lisnir einstakir styttri, lættir, yrkissermerktir tekstir frá øðmm lærugreinum, her-
uppií náttúmvísindaligir tekstir.
3.4 Arbeitt verður við at menna orðatilfar næminganna og teirra kunnleika um málsligan bygnað og harvið
støðugt geva teimum fleiri møguleikar at orðbera seg á týskum. Serligur dentur verður lagdur á at læra orð og
orðingar, sum hava týdning fyri evni næminganna at samskifta á týskum. Undirvísingin í mállæru skal leggja
dent á tey evni, sum em neyðug fyri munnliga og skrivliga málførleikan.
3.5 Skrivliga arbeiðið skal so við og við gerast meiri umfatandi og fevna um ymisk uppgávusløg, hemppií um
uppgávur í sambandi við teir lisnu tekstimar. Latnar verða inn 11 fríar uppgávur á 1-3 síður og 9 uppgávur á
0,5-1 síðu. Umframt hetta skal eisini arbeiðast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latn-
ar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
3.6 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av forritum, sum serliga
em ætlað læmgreinini, framhaldandi nýtslu av brúkaraforritum á staðnum og viðgerð av meginregluligum av-
leiðingum av at brúka edv.
3.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður
í lesipensum, tó í mesta lagi 25 normalsíður tilsamans.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.