Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 113
261
2) Framleiðsluháttir
Viðgerðin skal vera grundað á ítøkilig dømi, ið eru viðkomandi í tí evnisøki, sum valt er. Lutarevnið kann t.d.
snúgva seg um nøkur av teimum háttaløgum og tilgongdum, sum eru partur av teirri samlaðu tilgongdini, sum
verkætlanimar eru knýttar at.
3) Stýring og skipan av tilgongdum.
Tilgongdarstýring og tilgongdarskipan verða lýstar við úrvaldum dømum, eitt nú tilgongdarstýring við edv, lív-
frøðiliga treytað styring; ella klassiskar styringartilgongdir sum mekaniskari, hydrauliskari ella pneumatiskari
stýring.
4) Máting og analysa av eyðkendum datumfyri tilfar, tilfarsliðir og lidnaframleiðslulutir.
Lutarevnið fevnir um dømi um týdningarmikil háttaløg ella teknikkir, sum brúkt verða t.d. í góðskueftirliti av
tilfari, tilfarsliðum og liđnuframleiðslum. I tann mun, tað er gjørligt, skulu næmingamir hava høvi at kunna seg
við professionella mátingar- og analysuútgerð.
5) Dømi um, hvussu tøkni verður nýtt í nútíðarsamfelagnum og um avleiðingarfyri náttúru og menniskja.
Lýsingin av, hvussu tøknin verður nýtt, og hvøijar tær samfelagsligu og umhvørvisligu avleiðingamar em, er
samanflættaður partur av øllum hinum fýra lutarevnunum og av arbeiðinum við verkætlanunum.
3.2 Lisnar verða 150 - 200 normalsíður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum kann hava tveir hættir (A ella B). Lærarin velur próvtøkuháttin í
samráð við næmingamar. Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, skulu nýta
próvtøkuhátt A.
4.2 Próvtøkuháttur A er ein óbýtt próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá
em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.3 Próvtøkuháttur B er í tveimum pørtum og fevnir um eina verkliga próvtøku við eini ástøðiligari próvtøku
aftaná. Til verkligu próvtøkuna er eingin fyrireikingartíð, og próvhoyringartíðin er uml. 1 tíma fyri hvøijar byij-
aðar 4 próvtakarar. Til ta ástøðiligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 20 minuttir, og tá er vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 3 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.4 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, verður valt burtur úr tí, sum
undirvíst verður í í fyrrn og seinnu hálvu. Hvør næmingur gevur upp tær báðar verkevnisffágreiðingamar, sum
hann hevur verið við til at gera, umframt umleið 80 síður av lisna ástøðiliga tilfarinum. Eisini verður givið upp
verkliga arbeiðið og royndararbeiðið.
4.5 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevnir um tvey
evnisøki. Innan hvørt evnisøki verður givið upp ein gjørd og góðkend verkevnisfrágreiðing á umleið 25 síður,
umframt umleið 100 síður av nágreiniliga lisnum tilfari. Próvtakarin skal prógva at hava verkligar og tøknilig-
ar royndir innan tey bæði uppgivnu evnisøkini. Verkevnisfrágreiðingamar skulu latast skúlanum áðrenn 1. mai
og góðkennast av próvhoyraranum.
4.6 f sambandi við próvtøkuhátt A og tann ástøðiliga partin av próvtøkuhátti B kann próvtakarin nýta hesar
hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini: Verkevnisfrágreiðingar og aðrar frágreiðingar hjá sær sjálvum, góðkendan
lummaroknara og læmbøkur, talvultilfar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella framleitt í sambandi
við undirvísingina, ella sum er tilskilað á pensumlistanum og í próvtøkuuppgevingunum.
4.7 Próvtøkuháttur verður hildin á henda hátt: Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming, sum hevur sítt støði í øðr-
um av verkevnisfrágreiðingunum. Verkliga arbeiðið og royndararbeiðið, sum hevur verið knýtt at undirvísing-
ini, umframt viðkomandi ástøðiligt tilfar verður tikið við í spumingin. Saman við próvtøkuspumingunum skulu
vanliga verða útgreinandi spumingar og skjalatilfar (t.d. talvur, myndir, objekt ella tól).
4.8 Próvtøkuháttur B verður hildin á henda hátt: Verkliga próvtøkan fevnir um einfaldan starvsstovukunnleika
og handfaring av tólum, kemikalium, v.m. í mesta lagi 8 próvtakarar verða próvhoyrdir í senn, og próvtakarar-
nir arbeiða einsæris ella saman tveir og tveir. f byijanini verður ein forskrift ella vegleiðing útflýggjað. Við hes-
um sum støði gera próvtakaramir viðkomandi roynd, analysu e.t., sum skal hava tilknýti til eitt av teimum báð-
um verkevnunum ella til eina av teimum smærrn royndunum, sum ávegis em framdar og greiddar frá. Tann
verkliga próvtøkan verður framd eftir somu skipan sum greitt frá í próvtøkuhátti A.
4.9 Verkevnisfrágreiðingamar verða í avriti sendar próvdómaranum í seinasta lagi samstundis sum próvtøku-
spumingamir verða sendir honum.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.