Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 116
264
8. Svarið skal latast inn í seinasta lagi 7 samdøgur eftir, at heitið er útflýggjað, í trimum undirskrivaðum eintøk-
um, (frumrit og 2 avrit). Næmingurin hevur sjálvur ábyrgdina av, at teknisk hjálpartól, ið nýtast skulu til rein-
skriving og ljóstøku, virka soleiðis, at tíðarfreistin verður hildin.
9. Rektarin kann loyva, at næmingur, sum váttar, at hann er í fullum starvi, kann skriva uppgávuna innan fyri
10 samdøgur.
10. Um so er, at næmingur verður sjúkur í uppgávuvikuni, skal hann beinanvegin boða rektaranum frá. Rektar-
in sendir næminginum oyðiblað til læknaváttan umframt oyðiblað um loyvi at skriva uppgávuna seinni. Rektar-
in setur nýtt tíðarskeið, møguliga í sambandi við onkra skúlafritíð, soleiðis at undirvísing næmingsins verður
darvað sum minst. Næmingurin kann skriva uppgávuna innan sama øki, men nýtt heiti skal orðast. Sami próv-
dómari verður nýttur sum í vanligu uppgávuvikuni.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 33
Juli 1996
Eftirmeting og fráboðan til heimini
Innanhýsis eftirmeting
1. Endamálið við framhaldandi eftirmetingini er at geva næmingum og lærarum eitt haldgott grundarlag at
byggja á, tá undirvísingin frameftir skal leggjast til rættis. Á henda hátt fær einstaki lærarin møguleika at laga
framtøku og støði í undirvísingini til fakliga førleika næminganna. Eftirmetingin skal herumframt skapa støði
undir gjølligari vegleiðing av einstaka næminginum. Henda vegleiðing eigur at hava fyrilit íyri fakligu menn-
ingini eins væl og arbeiðshættunum hjá næminginum. Næmingar og lærari gera av í felag, hvat slag av eftir-
meting eigur at verða nýtt. Eftirmetingin eigur at tillagast bæði form og innihald í undirvísingini.
2. Lærarin fylgir gongdini viðvíkjandi úrsliti av undirvísingini hjá tí einstaka næminginum eins og hjá flokkin-
um í sínari heild. Hesi viðurskifti verða við hóskandi millumbilum umrødd saman við næmingunum. Umrøðan
eigur bæði at verða saman við øllum bólkinum og einsæris. 011 undirvísingargongdin verður eftirmett t.d. við
royndum, serstøkum uppgávum, skrivligum frágreiðingum ella samrøðum.
3. Tá ið talan er um skrivlig avrik, gevur lærarin eina meting av arbeiði næmingsins við próvtali og/ella við
skrivligum ella munnligum viðmerkingum. Við sama høvi fær næmingurin vegleiðing um háttaløg í arbeiðin-
um og um fakligar smálutir, soleiðis at næmingurin gerst førur fyri framhaldandi at bøta um sítt skrivliga ar-
beiði.
Uttanhýsis eftirmeting
4. Ársmet, sum telja við og koma at standa á próvnum, verða givin við skúlaárslok, tá ið lærugreinin endar. Fak-
lærarin gevur ársmetið og lýsir meting sína av fakligu støðu næmingsins við skúlaárslok.
5. Støðumet verður givið í teimum lærugreinum, har ársmet verða givin til studentspróvtøkuna. Støðumet verð-
ur givið 2 ferðir í skúlaárinum, og miðaltalið av støðumetunum verður útroknað. í lærugreinum, sum halda fram
í fylgjandi skúlaári, verður harumframt givið støðumet við skúlaárslok (ársmet, sum ikki telja við), og miðaltal-
ið av støðumetunum verður útroknað. Rektarin ásetur, nær støðumetini skulu verða givin. Afturat støðumetun-
um kann verða eitt ummæli, sum í orðum lýsir evni og arbeiðslag í lærugreinini. Um støðumet er undir 6, skal
ummæli fylgja við, somuleiðis um støðumet er 2 ella fleiri stig lægri enn støðumetið frammanundan.
Várroyndir og ársroyndir
6. Rektarin ásetur talið á munnligum ársroyndum eftir 1. og 2. flokk, og hvussu tær skulu skipast, ella hvussu
møguligt annað arbeiði í flokkunum í tíðini aftaná, at tann vanliga tímatalvan er niðurløgd, kann skipast. Við-
víkjandi 2 av teim 6 kravdu munnligu ársroyndunum kunnu lærari og næmingar velja at nýta onnur sløg av eftir-
metingum, t.d. við støði í øðrvísi skipaðum undirvísingargongdum ella við støði í virksemi uttan fyri skúlans
gátt.