Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 120
268
10.1 í starvsstovuskeiðinum í lívfrøði á hástigi verður miðað ímóti, at tey sjálvlesandi fáa førleika í royndarar-
beiði og í greidligum lýsingum og greiningum av lívsfrøðiligum kervum. Herundir skulu tey sjálvlesandi venj-
ast í at meta um møguligar vandamøguleikar og taka neyðug trygdarstig, tá tey fáast við tól, evni og lívfrøðiligt
tilfar. Eisini skal tann sjálvlesandi læra at formiðla royndararbeiði, herundir at skriva frágreiðingar.
10.2 Hesi evnisøki eru partar av skeiðinum:
a) lívevnisfrøði og lívalisfrøði og
b) smáverulívfrøði
Herumframt kann royndararbeiðið býtast á hesi evnisøki:
a) vistfrøði
b) arvalæra og menningarlæra og
c) lívvirkisfrøði
10.3 Tann sjálvlesandi skrivar 8-10 frágreiðingar.
Alisfrøði
11.1 í alisfrøði á kravdum stigi verður skeiðið lagt til rættis, so tann sjálvlesandi fær venjing í starvsstovufør-
leika og fær kunnleika til vandamøguleikar og trygdarviðurskifti í sambandi við starvsstovuarbeiði.
11.2 Tey økini í alisfrøðini, ið verða viðgjørd sum royndir, skulu serliga verða tikin úr høvuðsevnunum á kravd-
um stigi, og miðað verður eftir tílíkari breidd, at øll øki verða viðgjørd.
11.3 Tá ið skeiðið verður lagt til rættis, skal síggjast til, at tann sjálvlesandi fær venjing í nýtslu av vanligum og
nútímans starvsstovuútgerð, herundir í nýtslu av edv í sambandi við dátainnsavning, eftirkanning, stýring ella
dátaviðgerð.
11.4 Skeiðið fevnir um starvsstovuarbeiði, ið er einar 16-20 pultstímar, og tann sjálvlesandi skrivar 9-11 frá-
greiðingar.
12.1 f alisfrøði á hástigi skulu tey alisfrøðievnini, sum verða viðgjørd sum royndir, serliga snúgva seg um høv-
uðsevnini á hástigi, og miðað verður ímóti einari tílíkari breidd, at øll evnini verða viðgjørd. Størri krøv verða
stillað til sjálvstøðuga viðgerð og hugflog og sostatt um framtøku í mun til skeiðið á kravdum stigi.
12.2 Tá ið skeiðið verður lagt til rættis skal tað gerast við atliti at, at tann sjálvlesandi fær venjing í at nýta van-
liga og nútímans starvsstovuútgerð, herundir eigur edv at verða nýtt í sambandi við dátainnsavning, eftirlit, stýr-
ing ella dátaviðgerð.
12.3 Skeiðið fevnir um starvsstovuarbeiði, ið er einar 16-20 pultstímar, og tann sjálvlesandi skrivar 9-11 frá-
greiðingar.
13.1 I alisfrøði á miðstigi er tað ein fyritreyt fyri luttøku í starvsstovuskeiði, at tann lesandi hevur staðið próv-
tøkuna í alisfrøði-evnafrøði ella hevur samsvarandi førleika.
13.2 Alisfrøði á miðstigi verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í starvsstovuarbeiðs-
gongdum og kunnleika til vandamøguleikar og trygdarviðurskifti í sambandi við starvsstovuarbeiði.
13.3 Tey alisfrøðiøkini, ið verða viðgjørd sum royndir, skulu íyrst og fremst fevna um høvuðsevnini á miðstigi,
og miðið verður eftir einari tílíkari breidd, at øll øki verða viðgjørd.
13.4 Tá ið skeiðið verður lagt til rættis, skal tað gerast við atliti at, at tann lesandi fær venjing í at nýta vanliga
og nútímans starvsstovuútgerð, herundir eigur edv at verða nýtt í sambandi við dátainnsavning, eftirlit, stýring
ella dátaviðgerð.
13.5 Skeiðið fevnir um starvsstovuarbeiði, ið er einar 16-20 pultstímar, og tann sjálvlesandi skrivar 6-8 frágreið-
ingar.
ítróttur
14.1 í ítrótti á miðstigi savnar skeiðið seg um hesi øki:
1) anatomi
b) lívvirkisfrøði