Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 123
271
3) vísa næmingum við serligum undirvísingar- og stuðulstørvi víðari til rætta viðkomandi,
4) vegleiðing av næmingum, sum gevast í útbúgvingini.
4.2 Vegleiðing av einstaka næminginum skal herumframt fevna um innleiðslusamtalur í 1. studentaskúlaflokki,
og í 3. studentaskúlaflokki um val av útbúgving og yrki.
4.3 Umsøkjarum til stakgreinalestur verður bjóðað vegleiðing í skipan av einstaklingaútbúgvingargongd, her-
undir val av lærugreinum. Vegleiðingin verður givin í sambandi við upptøku og val av nýggjum lærugreinum.
4.4 Lestrarvegleiðarin innstillar til rektaran um upptøku av stakgreinalesandi og um fakliga støði teirra.
5. Næmingum við serligum undirvísingar- ella stuðulstørvi verður bjóðað vegleiðing:
1) næmingum, sum hava eina ikki-føroyska skúlagongd ella bert lutvíst hava eina føroyska skúlagongd og
2) næmingum við breki
Vegleiðingin fevnir her eisini um tilvísing til aðra undirvísing og samstarv við aðrar stovnar og fyrisitingar.
6. Sjálvlesandi fáa vegleiðing um hesi evni:
- studentaskúlaskipanina og innihald hennara,
- møguleikamar fyri samanseting av sjálvlestri og skeiðsundirvísing,
- pensum- og próvtøkukrøv, herundir møguligar starvsstovuroyndir, og
- høvuðsuppgávuna.
7. Lestrarvegleiðaramir samstarva við leiðslu skúlans um hesar uppgávur:
1) námsfrøðiliga ráðlegging og umsiting av viðurskiftunum hjá næmingunum,
2) vera við at leggja til rættis undirvísingartilboð skúlans,
3) gera vegleiðingar- og kunningartilfar skúlans.
8. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing fevnir, umframt um vegleiðing í felag og av einstakligum, eisini um hesar
uppgávur:
1) innsavning og dagføring av tilfari og útlán av tilfari,
2) luttøku í tiltøkum innan útbúgvingar- og yrkisvegleiðing,
3) uttanhýsisvirksemi, hemndir samband við arbeiðsmarknaðin, samstarv við vegleiðarar frá øðmm stovnum
og luttøku í vegleiðarasamstarvi bæði innanlands og uttanlands.
Lestrarvegleiðarar
9.1 A hvøijum studentaskúla tilnevnir rektarin eftir innanhýsis uppslagi ein ella fleiri lestrarvegleiðarar, ið út-
inna arbeiðið sum ein part av tænastutíðini. Rektarin setir millum lærarar í føstum starvi lærara/r á skúlanum til
lestrarvegleiðarauppgávur og loysir hann/teir frá teimum.
9.2 Lestrarvegleiðaramir skulu góðkennast av Skúlafyrisitingini.
9.3 Skúlafyrisitingin ásetir nærri reglur um útbúgving av lestrarvegleiðarum.
10. Rektarin hevur ábyrgdina av
1) at regluligir fundir verða hildnir millum leiðslu skúlans og lestrarvegleiðaramar,
2) at lestrarvegleiðaramir gera eina árs-/hálvársætlan fyri útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
3) at tímamir til felagsvegleiðingina verða lagdir og býttir á hóskandi hátt,
4) at næmingar, sum gevast í útbúgvingini, verða vístir til samtalu við lestrarvegleiðaramar, og
5) at samlaðu útbúgvingar- og yrkisvegleiðarauppgávumar á skúlanum verða býttar við atliti at tí samlaðu ar-
beiðsbyrðuni hjá tí einstaka lestrarvegleiðaranum í sambandi við útbúgvingar- og yrkisvegleiðingina.