Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 133
281
f) at næmingamir í ein vissan mun fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og munnliga um einføld alis-
frøðilig og evnafrøðilig viðurskifti.
Undirvísingin
2.1 Tað er av týdningi, at undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr gerandisdegnum og á
royndarligum støði. Næmingurin skal fáa kunnleika um nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men tað
er av týdningi, at undirvísingin ikki verður ov vísindakend.
2.2 Undirvísingin fevnir um høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði og evnafrøði skulu vektast javnt í undirvísingini.
í mest møguligan mun, skulu bæði alisfrøðilig og evnafføðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari langætlan.
2.3 Partar av undirvísingini skulu leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir, og ein av langætlanun-
um skal hava umhvørvið sum tema.
2.4 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir og royndir,
gjørdar av næmingunum. Royndimar skulu dýpa og lýsa ástøðiligu spumingamar, og tær eiga at vera tætt knýtt-
ar at langætlanunum. Næmingamir skulu skriva dagbók um royndararbeiðið og sýna, at teir eisini era førir fyri
at gera einfaldar útrokningar í hesum sambandi.
2.5 Royndimar, næmingamir gera, skulu svara til einar 25 pultstímar. Næmingamir skulu skriva einar 12 ffá-
greiðingar í sambandi við royndimar, og lærarin skal rætta og gera viðmerkingar til frágreiðingamar.
2.6 Næmingamir skulu kunnast um vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.
2.7 Næmingamir skulu loysa skrivligar uppgávur, ið era knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í svarinum
upp á eina numeriska uppgávu skulu so mikið av teksti og myndum vera við, at eingin ivi er um hugsanarhátt-
in hjá næminginum. Eisini skal næmingurin venja seg við at meta um úrslitini.
2.8 Uppgávur verða bæði loystar í tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og fær við-
merkingar ffá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.
2.9 Edv er ein partur av undirvísingini. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit, venjingarforrit, samláts-
forrit ella dátugrannar. í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar støddir
eins og í sambandi við stýring av og eftirliti við royndarappsetingum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Høvuðsøkini fevna um:
1) Bygnað hjá evnum. Bygnaðurin hjá atomum og kjarnum verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutronir)
og isotopar umrøddir. Eisini verður skeiðbundna skipanin av grandevnunum lýst við høvuðsdenti á tey
fyrstu skeiðini. Ut ffá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir og molekylir verða gjørd og við-
komandi dømi um jon- og molekylubindingar verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður lagdur á organisku
sambindingamar, tá ið strakturformlar verða valdir.
2) Evnis- og orkubroytingar. Geislavirknir kjamar og fáningin av teimum verða viðgjørd. f hesum sambandi
skulu alfa-, beta- og gammafáning, dømi um kjamareaktiónir (m.a. fusión og fissión), aktivitetur og helvt-
artíð umrøðast. Isogan av joniserandi geislingum verður viðgjørd saman við geislareinføri. Molhugtakið og
hugtøkini molarar massi, konsentratión (mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um einfaldar brenn-
ingsreaktiónir og sýru/basu-reaktiónir verða viðgjørd. Einfaldar mongdarrokningar skulu eisini gerast og
pH-hugtakið umrøðast. Dømi um orkukeldur, orkusløg og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd
í huga, verða viðgjørd.
3.2 í mest møguligan mun verða tey heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiserings-rád mælir til
at nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC viðvíkjandi evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.
3.3 Tá ið arbeitt verður við kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og trygdarsetningamir (V-
og T-setningar) umrødd. Reglur fyri, hvussu slepst av við evnafrøðiligt burturkast, verða gjøgnumgingnar.
Trygdarviðurskifti í sambandi við geislavirkin evni verða eisini umrødd.
3.4 Økini “Bygnaður hjá evnum” og “Evnis- og orkubroytingar” taka ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av
samlaðu undirvfsingartíðini. Valtilfarið tekur umleið 1/3 av undirvísingartíðini.
3.5 Lisnar verða 120-160 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.