Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 149
297
2.4 í undirvísingini skulu dagsins mál eiga innivist.
2.5 Næmingamir skulu læra at viðgera lærugreinina bæði munnliga og skrivliga. Lærarin kann bæði lata næm-
ingamir gera eitt ávíst tal av starvsstovuroyndum og virkisvitjanum við tilhoyrandi frágreiðingum og lata næm-
ingamar loysa skrivligar uppgávur í sambandi við høvuðsøkini í undirvísingini, umframt at ein verkætlan kann
gerast. I øllum fømm skal lærarin meta um og gera viðmerkingar til skrivligu avrikini.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um hesi øki:
1) Lív og umhvørvi
I undirvísingini skal kunnast um djóra- og fiskaskipanina við serligum denti á teir bólkar, sum beinleiðis ella
óbeinleiðis hava týdning fyri fiskiskap. Næmingamir skulu duga at nýta ein fiskagreiningarlykil. Kropsbygn-
aðurin og lívsvirkið hjá einum vanligum fiskaslag skal viðgerast saman við krøvunum hjá ftskum til umhvørv-
ið. í vistfrøði skulu havevnafrøðilig viðurskifti sum t.d. hiti, salt, føðslusølt og súrevni verða viðgjørd við ser-
ligum atliti at viðurskiftunum í havinum. Hammframt skulu hesi evni verða nágreiniliga lýst og viðgjørd:
Bmtto- og nettoframleiðsla, føðiketur og føðinet, evnisringrásin og orkustreymurin. I hesum sambandi skal
ávirkanin av umhvørvisdálking á vistskipanina eisini viðgerast við høvuðsdenti á dálking við plantu- og skor-
djóraeitri, lívfrøðiligari dálking, dálking við tungmetalum og oljudálking.
2) Fiskifrøði og stýring
Arbeiðsøkið hjá fiskifrøðingum og innsavnan av tilfari til fiskifrøðiligt ráðgevingararbeiði skal lýsast við denti
á forsagnum um tilgongd, vakstrar- og aldursgreiningar. I hesum sambandi verða yngul- og yvirlitstrolingar
tiknar við í undirvísingina. Stovnshugtakið og hvussu støddin á einum stovni verður ávirkað av náttúm- og fiski-
ávum skal viðgerast við dømum úr føðiketuni. Næmingamir skulu í høvuðsheitum skilja endamálið og fram-
ferðarháttin við hesum stovnsmetingarháttum: VPA-kanningar (útroknað við prosentum), merkiroyndir og
ekkointegratormátingar. Galdandi reglur fyri stýring av fiskiskapinum undir Føroyum skulu lýsast gjølla, og
undirvísingin skal fevna um búskaparliga og lívfrøðiliga stýring av fískiskapinum. Arbeiðsøkið hjá Fiskiveiðu-
eftirlitinum. Millumlanda fiskifrøðilig ráðgeving verður lýst við arbeiðsgongdini hjá altjóða ráðnum fyri
havrannsóknir (ICES).
3) Streymviðurskifti -fiskileiðir, fiskirættindi og fiskiflotin
I undirvísingini skulu næmingamir fáa kunnleika til dýpi og botnviðurskifti og duga at meta um týdningin av
hesum fyri fiskiskap. Kunnast skal eisini um høvuðsstreymamar í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, serliga
Føroyaøkinum, og um sjóvarfalsstreymar. Næmingamir skulu duga at rokna streym eftir álmanakkanum og
meta um rákið eftir streymtalvu. I undirvísingini skal kunnast um fiskiskapin undir Føroyum hjá føroyingum og
útlendingum. Somuleiðis skulu broytingar í veiðu og fiskileiðum hjá føroyska fiskiskipaflotanum viðgerast.
Galdandi fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Høvuðssløgini av reiðskapi skulu viðgerast og bólkast eftir,
hvussu tey virka. Tey vanligastu sløgini av staðfestingartólum og leitingartólum skulu kennast, og kunnast skal
um meginreglumar í virkisháttinum. Samansetingin í føroyska fiskiskipaflotanum skal viðgerast við atliti at
fiskileiðum, reiðskapi og rakstri.
4) Virking avfiski
I undirvísingini skal kunnast um framleiðslugongdina umborð á fiskiskipum, útróðrarbátum og fiskavirkjum.
Næmingamir skulu kenna framleiðslugongdina av høvuðsvømbólkunum. Teir skulu eisini gera útrokningar við
atliti at, hvussu rávømprísur, ymiskir kostnaðir, úrtøka, rakstrarfígging og søluprísur ávirka búskapin hjá fiska-
virkjum. I undirvísingini um aling skal framleiðslugongdin lýsast frá lívftski til alifiskurin er klámr at fara á
marknaðin. Næmingar skulu kunnast um galdandi reglur á aliøkinum, og teir skulu gera útrokningar av rakstr-
inum í alivinnuni. Við atliti at longu framleiðslutíðini skal tørvurin á rakstrarfígging og neyvari fíggjarstýring
lýsast. Hagreiðing av fiski umborð og á landi skal setast í samband við tær broytingar, sum henda í fiskinum, tá
ið hann doyr, verður viðgjørdur og goymdur. Týdningurin av fiski sum matvøm skal viðgerast og greitt verður
frá um vørusamanseting og vømmenning. Kunnast skal um kunda- og myndugleikakrøv til fiskavirking. Eisini
skal kunnast um galdandi reglur á framleiðsluøkinum.
5) Búskap, marknaðarføring og sølu
Tann samfelagsligi týdningurin av fiski- og alivinnuni verður lýstur við t.d. hagtølum um framleiðslu, útflutn-
ing og lønarkostnaðir. Kunnast skal um útflutningin til tey týdningarmestu keyparalondini. Handilsavtalur við
høvuðsmarknaðir skulu viðgerast við atliti at menningarmøguleikum og forðingum. Marknaðurin skal lýsast
við støði í viðurskiftum, sum ávirka útboð og eftirspuming eftir ftski. Lýst verður, hvussu søla av fiski í Føroy-
um er skipað við sølu millum skip og virki. I hesum sambandi skal uppboðssølan eisini lýsast. Kunnast skal um
sølu millum skip, virki og sølufeløg. Søla av rávørum og hálvvirkaðum vørum til virkismarknaðin og lidnum