Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 151
299
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 9
Juli 1996
Fomaldarfrøði
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær førleika í at greina og tulka grikskar tekstir í umseting og grikskar leivdir,
b) at næmingamir ogna sær fjøltáttaðan kunnleika til mentanina í foma Grikkalandi við serligum denti á arka-
iska og kiassiska tíðarskeiðið,
c) at næmingamir gjøgnum henda kunnleika til griksku mentanina ogna sær felags evropeiska hugtaksfatan og
formmál og á tann hátt fáa møguleika fyri at skilja og taka støðu til samtíð sína.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fer fram á keldugrundarlagi: týddir tekstir og endurgevingar av listaverkum frá griksku fom-
øldini. í undirvísingini skulu næmingamir partvís læra at greina og tulka tekstimar og listaverkini í søguligum
høpi, og partvís hava møguleika fyri sjálvir at meta um tær lívshættir og tær hugsanir, sum tilfarið ber fram.
Høvuðsdentur verður lagdur á tekstalesturin.
2.2 Tekstimir og listaverkini verða fyri tað mesta frá tíðarskeiðinum umleið 700-300 f.kr., tó soleiðis, at mino-
isk-mykensk, geometrisk, hellenistisk og rómversk tíð verður tikið við, í tann mun tað fremur endamálið.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða tilsamans umleið 400 normalsíður av skaldskapi, leiklist og prosa. Homer, tann attiski sorgar-
leikurin og Platon skulu vera umboðað í pensum.
3.2 Eitt hóskandi úrval av listaverkum verður gjøgnumgingið: byggilist, standmyndir, keramikkur og onnur
dømi um evnismentan.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfar-
sútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna
- annaðhvørt 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 1 attiskan sorgarleik og 140 normalsíður av prosa, her-
undir Platon,
- ella 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 2 attiskar sjónleikir (harav í minsta lagi 1 sorgarleik), 100 nor-
malsiður av prosa, herundir Platon.
Harumframt verður eitt hóskandi úrval av teimum gjøgnumgingnu listaverkunum uppgivið. Byggitekningar og
eftirgerðir eru ikki sum listaverk at rokna.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum, t.e. umleið 400 normalsíður.
4.4 Próvtakarin skal í fyrireikingarhølinum hava atgongd til rein eintøk av øllum bókum, ið nýttar hava verið í
dagligu undirvísingini, herindir í tekstir og annað tilfar, sum lærarin hevur fjølritað næmingunum. Próvtakarin
kann x fyrireikingarhølið taka við sær egnar uppskriftir. Tilskrivingar í útflýggjaðar bøkur og ljóstøk eru ikki at
rokna sum egnar uppskriftir og mugu sostatt ikki takast við. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir
próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upp-
lestur er ikki loyvt.
4.5 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum ávísum tekstabroti á umleið 1,3 normalsíðu í einum av uppgivnu
tekstunum. Harumframt verður hann próvhoyrdur annaðhvørt í einum av uppgivnu listaverkunum ella í onkr-
um, sum hevur týðilig felagseyðkenni við tað, sum er givið upp. Próvtakarin skal sjálvur skipa sítt svar - tí má
útflýggjaða tekstabrotið og listaverkið ikki hava vegleiðandi spumingar. Próvtakarin skal greiða frá tekstabrot-
inum í síni heild og frá týðandi staklutum umframt seta tað í størri høpi. Listaverkið verður lýst, tíðarfest og sett
í størri høpi. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstabrotið bæði til próvhoyringina og í próvtalsásetanini.
5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.