Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Qupperneq 161
309
6.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnunum at orða seg, greina og taka støðu til tað ella tey heimspekiligu
greiðsluevni, sum eru í próvtøkutekstinum, umframt at draga fram týdningarmiklar partar av tí evni, sum er til-
skilað í próvtøkuspuminginum, og at taka lut í einum dýpandi orðaskifti.
7. Givið verður 1 próvtal. Mett verður um heimspekiligu vitan og førleika próvtakarans og próvtalið verður giv-
ið við støði í eini heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 14
Juli 1996
ítróttur
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa tjøltáttaðar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b) at næmingamir menna teirra rørslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni,
c) at næmingamir læra at brúka kroppin hóskandi og skapandi,
d) at næmingamir læra at fóta sær væl ítróttarliga bæði einsamallir og saman við øðmm,
e) at næmingamir fáa kunnleika til fortreytimar fyri og týdningin av at vera væl fyri kropsliga,
f) at næmingamir verða eggjaðir til framhaldandi kropsligt virkni,
g) at næmingamir fáa innlit í týdningin av sjúkufyribyrging heldur enn viðgerð av sjúku
h) at næmingamir fáa fatan av teimum lívsvirkisfrøðiligum og mentalu viðurskiftum, sum hjálpa menniskjum
at fáa góðu heilsu
i) at næmingamir fáa vitan um, hvønn týdning ítróttur hevur fyri einstaklingin og samfelagið
Undirvísingin
2. Tá ið undirvísingargongd verður vald, eiga fjølbroytni og samanhangur at verða havd í huga. Ástøði skal
verða fastur partur av undirvísingini í tann mun, tað hevur týdning fyri at skilja íðkanina. Undirvísingin kann í
ávísum tíðarskeiðum vera býtt sundur eftir kyni ella vera felags fyri bæði kyn. Undirvísingin skal geva eina
fatan av teimum lívvirkisfrøðiligu og mentalu viðurskiftum, sum hjálpa menniskjum til at fáa góða heilsu. ftrót-
tarsosiologi skal vera táttur í undirvísingini, har tað er hóskandi. Uttanduralív og náttúmupplivingar skulu vera
ein natúrligur partur av undirvísingini.
Innihaldið í undirvísingini
3. Undirvísingin fevnir um:
1) upphitan, arbeiðsteknikk, grandvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika, rørslu), skap-
andi rørsluhættir, lívvirkisfrøðiligar mátingar,
2) einstaklingsítróttir (t.d. svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, ljaðrabólt, kósrenning),
3) liðítróttir (t.d. handbólt, kurvabólt, flogbólt, stavbólt),
4) ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl, uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørslu og spøl)
5) uttanduralív (t.d. heilsu og náttúra)
6) heilsu (t.d. sjúkuíyribyrging, fyrstahjálp, ítróttarskaðar, anorexiu, kokuloysn),
7) ítróttarsosiologi (t.d. samarbeiði, samfelag og einstaklingin (krøv/ábyrgd), ítrótt í samfelagnum, rúsevni),
8) ítróttarsálarfrøði (t.d. búning og aldur, mentala venjing)
9) mat og ítrótt (t.d. føðsluevni og sodning, kropsfiti)
Frítøka
4.1 Rektarin/skeiðleiðarin kann heilt ella partvís frítaka næming fyri luttøku í verkliga partinum í ítróttarand-
irvísingini, um forðingin er beinleiðis sjónlig, ella um forðingin er sjúka, vanlukka ella stendst av at næming-
urin er við bam. Fyri at fáa frítøku skal orsøkin til frítøku skjalprógvast við oyðiblaði til læknaváttan, sum
Skúlafyrisitingin ger. Læknaváttanin skal tilskila, hvussu leingi frítøkan varir, og hvat frítøkan fevnir um.
4.2 Rektarin/skeiðleiðarin tekur støðu til, um samlaða frítøkan í einum undirvísingarári er so víðtøkin, at tað ber
í sær, at hetta skal áteknast á próvskjalið (smbr. Kunngerð um studentspróvtøku og HF-próvtøku).
4.3 Næmingurin ber útreiðsluna til læknaváttan.